Skip to main content

Thomas Tarnovius (1644-1684): »Ferøers Beskrifvelser«

 

HØVUNDURIN:
Thomas Tarnovius var føddur í Rostock í 1644, har faðir hansara, Jacob Christensen Klinte, var prestur. Tá Thomas var 12 ára gamal, gjørdist faðir hansara sóknarprestur í Suðuroy — hetta var í 1656.

Drongurin var so í Føroyum — gekk m.a. í skúla í Havn hjá Lucas Debes í fýra ár — og fór so í 1660 niður at ganga í skúla. Hann las gudfrøði og tók prógv í 1669, gjørdist sama ár prestur á Borgundarhólmi. Hann doyði longu 1684 — 40 ára gamal.


VERKIÐ:
Vit kunnu siga beinanvegin, at Føroya-frágreiðingin hjá Tarnovius er merkt av, at hon er skrivað av bert 25-ára gomlum studenti, av manni, ið bert kennir Føroyar frá einum fýra ára longum skeiði sum skúlanæmingur her frá 12 til 16 ára aldur.

Men eingin ivi man vera um, at hann hevur havt tokka til landið, sum   hann   einastaðni   nevnir   »mitfædrene land Ferøer«, og ein brúðgómsskáltala, sum hann endurgevur eftir minninum, prógvar, at hann hevur dugað at tosa føroyskt mál.

Bókin er sum longu nevnt skrivað á donskum. Hon byrjar — sum bøkur ofta gjørdu tá í tíðini — við eini sonevndari »dedikatión«. Høvundurin ognar Chr. von Gabel bókina og takkar fyri ta vælvild, hesin hevur sýnt honum.
Til at kanna innihaldið í bókini kunnu vit renna ígjøgnum teir 22 partarnar og siga, hvat teir snúgva seg um:
1. kap: Um orðið Føroyar. — 2. kap: Um landnámið. — 3. kap: Um átrúnað í gomlum døgum. — 4. kap: Um hvussu oyggjarnar eita.
— 5. kap: Um nakrar av norsku einavaldskongunum. — 6. kap: Um nakrar biskupar, ið verið hava í Føroyum. — 7. kap: Um lóg og rætt. — 8. kap: Um, hvussu veksur á jørðini.- 9. kap: Um kornvøksturin.
— 10. kap: Um seyðin. — 11. kap: Um fuglalívið. — 12. kap: Um hval. - 13. kap: Um fisk. - 14. kap: Um havið kring Føroyar. — 15. kap: Um vind. — 16. kap: og 17. kap: Um klæðini. — 18. kap: Um mat og drekka. — 19. kap: Um vørur og pening. — 20. kap: Um fólkið. - 21. kap: Um brúdleyp. — 22. kap: Um spøkilsi og gand.

Orðaljóðið í brúðgóms-skáltaluni í21. parti er: »Nu dreckji eg mine dannemands skaal: Gud giefvi mar lucku oc got aar: mongum at giefva, oc faum at giælda, at eg maattj styre mit Ectesckab saa her udi jordirrigi, at eg maattj blyfva eit Guds badn paa han ydersta doma dag«.

Til eru fýra handrit av hesi Føroya-frágreiðingini hjá Tarnovius. Tey verða goymd á Kongliga bókasavninum í Keypmannahavn. Menn meta, at handrit A er upprunahandritið, meðan B, C og D eru avskriftir.

Til eru tvær útgávur av hesum verki: Jákup Dahl gav fyrst handritið út í 1908, og í 1950 skipar norðmaðurin Hákon Hamre fyri eini aðrari útgávu.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.