Skip to main content

Per

Per Haldanson á Eiði var ættaður úr Lamba og tí vanliga nevndur Per í Lamba. Hann var húskallur á Látrinum. Lítil var hann til vakstrar, hartil ómansligur til kreftir; fátækur var hann, men sparsamligur, tá ið hann kom norður til Eiðis. Og hetta hjálpti honum væl fram umsíðir.

Tann pening, hann vann av fiskiskapinum - tað var í teirri tíðini eingin fiskiskapur uttan vanligur róðrarbátaútróður - átti hann sjálvur, og so væl dugdi hann at spara pening saman, at hann skjótt kundi leggja seg eftir at keypa upp jørð. So nógv hevði hann savnað saman av innangarðs eftir fáum árum, at hann var mentur at hava tvær kýr.

custom essay writing australia best blog writing services writing custom web services for sharepoint products and technologies free online business plan creatorSparsemi sítt sýndi hann í øllum. Sum eitt dømi í so máta kann nevnast, at tá ið hann bygdi, førdi hann sjálvur við báti alt byggingartilfarið heim úr Tórshavn. Sjálvur førdi hann húsini upp, og sjálvur takti hann tey. Og hóast tey á henda hátt vórðu sera bílig, tey vóru tá í tíðini stór hús at kalla.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933