Merkið viðurkent
Bretsku deildirnar komu til landið 11/4-1940. Teir gjørdu beinanvegin greitt, at tað ikki kom upp á tal, at Føroyar lýstu seg sjálvstøðugar meðan Danmark varð hersett; men fyri at tryggja sær, at føroysk fiskiskip ikki vórðu mistikin fyri at vera donsk (og tí undir fíggindaligum valdi) vildu bretar hava nýtt frámerki á tey.
Skotið var upp, at Merkið kundi nýtast í staðin fyri Dannebrog; men hóast Hilbert setti seg ímóti tí – tað sigst, at hann skeyt upp, at føroysk skip skuldi fáa eitt grønt flagg við hvítum krossi á ístaðin – gjørdist endin á trætuni, at Merkið var viðurkent sum føroyskt flagg 25. apríl 1940.
Skipini fingu tá boð um at Merkið og ”Føroyar” vórðu málað á skipssíðuna.


