Skip to main content
Love Story: Berlin 1942

Love Story: Berlin 1942

 

Hetta er heimildarfilmur úr Berlin um týsku Lilly Wust og lesbiskan kærleika. Í 1942, tá søgan tekur við, er hon arisk húsfrúgv við Hitler á vegginum, manni í herinum og hevur fingið heiðursmerki fyri at bera fýra synir. Men so møtir hon Felice Schragenheim, sum er 20 ár yngri. Tær báðar verða forelskaðar. Hon hugsar ikki um, at Felice er av jødiskari ætt.

Í hesum vakra heimildarfilmi um eina veruliga kærleikssøgu undir krígnum, vísir Lilly myndir og brøv, sum lýsa teirra samband. Jødiska Felice var í loyniligu mótstøðurørsluni. Í 1944 velur hon at stríðast í Berlin, heldur enn at flýggja til trygga Sveis, sum var uttanveltað. Gestapo finnir Felice, og Lilly sá hana aldri aftur.

Erica Fischer úr Eysturríki hevur skrivað um tær báðar kvinnurnar. Bókin er støðið undir spælifilminum Aimée & Jaguar, sum týski Max Färberböck gjørdi í 1999.

Hesin heimildarfilmurin, Love Story: Berlin 1942 (Catrine Clay, Bretland, 1997), sum sæst til vinstru, hevur vunnið altjóða virðislønir. Hann varir 47 minuttir, hevur enskan undirtekst og kann síggjast uttan aldursmark. Filmurin fæst eisini í Námi við donskum undirteksti.

 

Uppgávur:

1. Hvat er Holocaust?

2. Kvinnur eru hvøuðspersónar í hesi søguni. Í hvønn mun sleppa kvinnur at skriva heimssøgu, so tær koma í skúlabøkur?