

Samkynd í orðabókini
Á føðingardegi Hammershaimbs, 25. mars í 2015, legði Landsbókasavnið fram eitt savn við gomlum tíðindabløðum. Á myndini sigur landsbókavørðurin, Erhard Jacobsen, landstýrismanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, hvussu hann skal tendra skipanina, so hon er opin og ókeypis hjá øllum at brúka.
Uppgáva:
1. Leitið í skipanini Tíðarrit og finnið orðið samkynd. Nær sæst tað fyrstu ferð í eini føroyskari avís? Hvat orð hevur verið brúkt fyrr?
2. Leitið í orðabókum Sprotans eftir orðinum. Kann eitt orð verða galdandi, bara tí tað stendur í eini orðabók?
3. Hvør var Hammershaimb?