Útbreiðsla: Nakrir fáir brynjubúrfiskar fáast viðhvørt í hellingunum suður av Bankarygginum og bankunum vestanfyri. Annars er hann norður gjøgnum alt Atlantshavið, frá Suðurafrika til Íslandsryggin, Miðjarðarhavið, Indiahavið, Reyðahavið og Kyrrahavið. Hann er í Karibiahavinum og Meksikoflógvanum.
Brynjubúrfiskur, Skjaldbrystlingur (búrfiskaættin)
Hoplostethus mediterraneus mediterraneus Cuvier, 1829
Stødd: Brynjubúrfiskur verður neyvan longri enn 40 cm.
Dýpi: Hann er úr 200 m niður á 900 m.
Litur: Oman fyri strikuna er hann bleikt reydligur, ljósareyður. Um síðurnar er liturin svart-silvur, reyðari um høvdið enn um bakið. Fjaðrarnar eru reyðari enn kroppurin.
Teinar: R VI + 13-14; G II + 11; U 14-16; B I + 6.
Lýsing: Brynjubúrfiskur hevur høgt og flatt kropsskap. Hann hevur eina stóra ryggfjøður, eina gotfjøður. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru miðalstórar. Sterturin er nógv sýldur. Høvdið er millum 36 - 43% av standardlongdini. Hann hevur stór eygu, umleið 33% av høvuðlongdini, og høvdið er nærum eins høgt og langt. Kjafturin er á skák uppeftir og frameftir. Gronin gongur næstan beint niður framman fyri eyguni. Kjálkarnir og kápan eru klædd við beinplátum og hava píkar. Hann hevur týðiligt og hvast kjalarskrubb.
Eyðkenni: Hann minnir í litum og skapi um búrfisk, fagurserk og reyðserk. Beinpláturnar og harða kjalarskrubbið. Eygnastøddin og høvuðstøddin.
Týdningur: Brynjubúrfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Middelhavssavbug, en: Silver roughy - Rosy soldier fish, fr: Hoplostète argenté, ís: Búrfiskbróðir