Útbreiðsla: Reyðserkur fæst onkuntíð í troli á Bankarygginum og í bankahellingunum vestanfyri. Í Atlantshavinum undir Íslandi og Noregi til Suðurafrika, við bankar og tindar á opnum havi. Hann er í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í Indiahavinum og vestara parti av Kyrrahavinum.
Reyðserkur (serkaættin)
Beryx decadactylus Cuvier, 1829
Stødd: Reyðserkur verður upp í umleið 100 cm langur, men vanliga um 40-60 cm.
Dýpi: Hann er úr 180 m og niður á 800 m dýpi, gamlir fiskar niðri við botn, yngri fiskar uppi í sjónum.
Litur: Hann er javnt fagurlittur appilsinreyður ella reydligur um allan kroppin. Nýveiddur er hann blankur silvur/gullglitrandi um síðurnar og undir búkinum.
Teinar: R IV + 16-18; G IV + 25-28.
Lýsing: Reyðserkur hevur høgan og smalan kropp, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, ið er eitt sindur longri enn ryggfjøðurin. Fjaðrarnar hava píkakendar teinar fremst. Hann hevur miðalstórar ugga- og búkfjaðrar. Hann hevur stóran og nógv sýldan stert. Kropshæddin er um 44-50% av standardlongdini. Hann hevur stór eygu. Kjafturin er nakað nógv upprendur, og hann hevur undirbit. Roðslan er grov og píkut og hevur eina týðiliga foyru aftureftir. Strikan er nakað bend yvir uggafjøðurina, men er annars bein aftur eftir sporlinum.
Eyðkenni: Gotfjøðurin kemur næstan fram undir hálva ryggfjøðurina. Tann vakri liturin, kropsskapið, tey stóru eyguni og tann nógv sýldi sterturin. Líkist nógv fagurserki, men kropshæddin er størri.
Týdningur: Reyðserkur er góður fiskur, men hevur ikki fingist í nóg stórum nøgdum og hevur tí ikki havt vinnuligan týdning í Føroyum.
da: Nordisk beryx, en: Red bream, fr: Beryx rouge, ís: Rauðserkur, no: Brudefisk, tý: Kaiserbarsch