Skip to main content

Frá mammu til Korea

Í 1953 sungu The Louvin Brothers um Koreakríggið í sanginum From Mother's Arms To Korea. Teir vóru hvítir, hildu seg til amerikanska bluegrass stílin og gingu nógv í kirkju. Tað hoyrist millum annað í sanginum The Family Who Prays, sum teir sungu um somu tíð.

Uppgávur:

Hvør er sjónarvinkulin í sanginum hjá The Louvin Brothers um Koreakríggið? 

Hvør er uppgávan í sanginum hjá teimum, sum verða sendir í kríggj? 

Er tað greitt, hvørjum teir báðir sangararnir halda við?

Kjak í flokkinum:

Finnið tekstin til The Family Who Prays hjá The Louvin Brothers á netinum. 

Takið støðu til innihaldið og avbjóðingina í sanginum mótvegis teimum, sum ikki biðja ella ganga í kirkju.

Kann átrúnaður verða orsøk til kríggj? 

 

The Louvin Brothers sungu kristnar og moraliserandi sangir av bluegrass slagnum í USA frá 1940 til 1963. Teir vóru serliga kendir undir Koreakrígnum

Eitt savn av amerikanskum plátum frá Koreakrígnum, sum týska plátufelagið Bear Family hevur givið út

The Louvin Brothers vóru brøðurnir Lonnie Loudermilk (1924-1965) og Charlie Elzer Loudermilk (1927-2011)