Gangnam style, Samsung og tempul
Við olympisku vetrarleikunum í Suðurkorea 9.- 25. februar í 2018 sum høvi, fara vit í hesum tema at kanna viðurskifti á koreansku hálvoynni.
Umframt sjálvt ítróttatiltakið nema vit við kalda kríggið, vinnulív, nútíðar K-popp og sjálvmorð millum ung, og birta upp undir kjak, hvørt altjóða ítróttatiltøk kunnu skapa frið í heiminum.
Vit brúka Landafrøði 3 (2014), Atlas til heim og skúla (2014), heimskortið Heimurin (Nám 2016), Google Maps og Wikipedia á føroyskum, donskum og enskum. Aðrar bøkur um Korea og kalda kríggið eru tøkar í Námi.
Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum. Lærugreinirnar eru landafrøði, søga og enskt. Evnið kann avmarkast til ein dag.
Tvær temasíður um Korea
Í sambandi við vetrarleikirnar eru tvær temasíður gjørdar um Korea á Snar. Henda temasíðan er um Suðurkorea í dag, søguliga sambandið við Norðurkorea, um Koreahálvoynna og um kalda kríggið. Trýst á pílin og far til temasíðuna um olympisku vetrarleikirnar í Suðurkorea í 2018
Sterkur búskapur
Tjúgu ár eftir at Korekríggið var av, var Suðurkorea komið fyri seg aftur búskaparliga.
K-poppur og Gangnam Style
Eins og tey í Japan hava J-pop, hava tey í Korea K-pop sum frámerki fyri rútmiska tónleikamarknaðin.
Ingrid í Korea
Svenska Ingrid Johansson var í 1990'unum fleiri ferðir í Føroyum og arbeiddi sum Nordjobbari.
Pyeongchang
Lílti olympiski vetrarbýurin, Pyeongchang, er 180 km eystan fyri suðurkoreanska høvuðsstaðin, Seoul.
Tempul og trúgv
Peyongchang er fjallabýur, har nógv gomul tempul eru. Kendasta er Woljeongsa-templið.
Frá mammu til Korea
Í 1953 sungu The Louvin Brothers um Koreakríggið í sanginum From Mother's Arms To Korea.