Skip to main content

Pyeongchang

Lítli olympiski vetrarbýurin, Pyeongchang, er 180 km eystan fyri suðurkoreanska høvuðsstaðin, Seoul. Her búgva færri enn 10.000 fólk. 

Kortini er hann framm um aðrar valdur sum vertsbýur fyri olympisku vetrarleikunum. Undan vetrarleikunum eru nógv støð bygd í Pyeongchang, bæði til at íðka og at gista í. 

Leggið til merkis, at navnið á lítla suðurkoreanska býnum, Pyeongchang, er ógvuliga líkt navninum á Norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang

 

Uppgávur:

Finn olympiska býin, Pyeongchang, á Google Maps. 

Hvussu kunnu vit koma aftur og fram millum Pyeongchang Olympic Stadionog altjóða flogvøllin Incheon International Airport? 

Hvønn týdning hevur tað fyri ein lítlan bý at verða vertur fyri olympisku vetrarleikunum?

Hava Føroyar verið vertur fyri altjóð tiltøkum?

Er íróttur eitt gott amboð at siga umheiminum frá um okkara land?  

Nógvar tænastur skulu samskipast, tá olympiskir vetrarleikir skulu haldast