Skip to main content

Friður á jørð

Á jólum plaga vit at siga, at nú skal friður valda á jørð. Sama sigur pávin í prædiku til allan heimin úr Pæturskirkjuni í Róm. 

Í nýggjárstalum plaga ríkisleiðarar at halda seg til sama ynski um frið á jørð. Øðrvísi er í Norðurkorea. 

Í nýggjárstalu segði ríkisleiðarin, Kim Jong Un, at tey eiga kjarnorkuvápn, sum eru klár at brúka, nær tað skal vera.

Tað sigur altjóða tíðindastovan Reuters í enskari grein. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, svarar beinanvegin aftur á Twitter og í CNN. Hann sigur seg eiga størri og fleiri kjarnorkubumbur enn Norðurkorea, sum byrjaði trætumálið.  

Føroyski journalisturin, Ingi Samuelsen, tekur saman um hetta trætumál á Portalinum. Hann kemur til ein heilt aðra niðurstøðu, enn ríkisleiðararnir í USA og í Norðurkorea.

Bretska sjónvarpið, BBC, sigur, at nú fer Norðurkorea at opna eina hot line til Suðurkorea. Orsøkin eru olympisku vetrarleikirnir.

Uppgávur: 

Leita á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og finn nýggjastu tíðindi um Norðurkorea. 

Metið um tíðindini og takið støðu til, um innihaldið bara er eitt týdningarleyst trætumál millum stríðandi partar.

Tak eisini støðu til, hvussu útlitini fyri friði í heiminum eru, um Norðurkorea og USA sleppa at gera sum tey vilja? 

Kjak í flokkinum:

Kunnu ítróttatiltøk skapa frið í heiminum?

Kenna tit felagsskapir, ið hava frið sum evni og endamál í teirra altjóða virksemi? 

 

Norðurkoreanski einaræðisharrin, Kim Jong-un, sum er føddur í 1983 ella 1984, og hevur arvað ríkið frá pápanum, er yndisevni hjá skemtiteknarum í vesturheiminum. Her er tað norski blaðteknarin, Roar Hagen, ið hevur teknað Kim Jong-un á skíum millum kjarnorkumerki í olympiska vetrarbýnum í Suðurkorea. Tekningin stóð í norsku avísini VG (Verdens Gang)