Skip to main content
  Undirvísingargongd  

Vit tekna fuglar

 

Í Føroyum er eitt ríkt fuglalív, sum vit kunnu lesa um í nógvum skúlabókum.

Nakrir fuglar støðast væl í Føroyum. Hóast tað ofta er nógvur vindur og kavi, so velja teir kortini at vera her alt árið. Teir kalla vit støðufuglar.

Aðrir fuglar halda, at tað er alt ov kalt í Føroyum, tá summarið er av. Tá heystið nærkast, flyta teir til heitari lond. Teir fuglarnar kalla vit flytifuglar.

Hóast allir fuglar hava nev, føtur og veingir, so eru teir sera ymiskir. Nakrir hava smalt, langt nev, meðan aðrir hava eitt stórt, breitt nev. Hví man tað vera so? Man ein lundi eta tað sama, sum eitt tjaldur?

Lærarin vísur okkum tær fuglabøkur, sum er á skúlanum. Lærarin venur okkum eisini at tekna skapið á einum fugli, stórum og lítlum.

Í dag fara vit út at vita, hvørjar fuglar vit finna, síggja og hoyra. Síðani fara vit at tekna teir.

Vit skulu brúka: eina fuglabók, eitt teknibretti, pappír, blýant og viskileður.

 

Framferðarháttur:

1. Tá vit fara at leita eftir fuglum er umráðandi at fara friðarliga fram. Fuglar hoyra ógvuliga væl, so eru vit ikki friðarlig, so fara teir á flog ella krógva seg.

2. Finnið eitt gott stað at eygleiða fuglar. Sitið friðarlig - eftir eina løtu fáa tit eyga á fuglarnar, ið krógva seg ymsastaðni.

3. Fuglar tíma ikki at sita í sama staði ov leingi, so tað er umráðandi at tekna eina skjóta skitsu áðrenn fuglurin fer á flog.

4. Um fuglurin fer á flog áðrenn tekningin er liðug, er loyvt at hyggja í fuglabókina, um vit gloyma hvussu fuglurin sá út, ella ikki sá litirnar og so framvegis. Tað ber eisini til at tekna eftir teim útstappaðu fuglunum, sum eru á skúlanum.

5. Tá vit øll hava funnið hvør sín fugl, og navngivið hann, so byrja vit at gera tekningina ordiliga lidna.

6. Vit gera eina vakra framsýning við øllum okkara fuglum í skúlanum, bæði teimum útstappaðu og teimum, sum vit nú hava teknað.

 

Temasíða um summar

Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.

Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.

Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.

Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið