15 UNDIRVÍSINGARGONGD
Heimsmál: 15 Lívið á landi
Málbólkur: Miðdeild
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, so er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
INNFØRSLA (1-4): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið: Mål 15: Livet på land ella FNs bærekraftsmål 15: Liv på land
- Næmingarnir lesa: 15 Lívið á landi
- Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Hvussu nógv av heimsins villu djórasløgum eru útdeyð síðani 1970?
- Hvat er eisini undir trýsti?
- Hvat eru sjeytiárini eisini?
- Hvat varnaðust fólk?
- Hvat var millum annað sett á stovn í sjeytiárunum?
- Hvat er arbeiðið hjá hesum feløgunum ein tann størsta orsøkin til?
- Hvat liva munandi fleiri av í dag enn fyri 20 árum síðani?
- Hvørjum hjálpa vit samstundis, tá ið vit verja stór náttúruøki fyri at bjarga einum djóraslagi?
- Hvat er tað týdningarmesta í hesum føri?
- Kunnu vit eisini framyvir fella trø og fiska?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir
Er tíð, royn so Kahoot: Heimsmál: 15 Lívið á landi (15 min)
3. Orðaskifti og samanumtøka, kjak (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.
Byrja við hugaroki (10 min)
1. Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL) ), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.
1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Hvussu kanst tú gera tín part at tryggja lív á landi?
2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Hvussu kunnu vit í nærumhvørvinum tryggja lív á landi?
- Er nakar møguleiki at gera nakað munagott í nærumhvørvinum?
3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar, at tryggja lívið í høvunum?
- Eru ætlanir í Føroyum viðvíkjandi at tryggja lívi í høvunum?
- Hvussu kunnu vit tryggja lív í høvunum?
4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu kunnu Norðurlond gera nakað við at tryggja lívið í havinum?
5. Vesturheimurin
- Hvussu kann Vesturheimurin tryggja lívið í havinum?
6. Heimurin:
- Hvørji lond í heiminum dálka havið mest?
- Hvat hevur lív í havinum at tyða fyri menningarlond?
- Hvørjar kunnu avleiðingarnar verða av at umstøðurnar fyri lívi í havinum versna?
7. Samfelagið
- Hvat merkir tað fyri føroyska samfelagið, at lívið í havinum verður tryggjað?
8. Umhvørvið
- Hvat merkir tað fyri umhvørvið, at lívið í havinum verður tryggjað?
9. Búskapur
- Hvønn týdning hevur tað fyri búskapin, at lívið í havinum verður tryggjað?
10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í 15 Lívið á landi
Er tíð, royn so Kahoot: Heimsmál: 15 Lívið á landi (15 min)
(INNFØRSLA ENDAÐ)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: 15 Lívið á landi (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
- Les meira: Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.
Ítøkilig átøk
- Vitja stovnar
Undirvísingarmiðlar og amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.
Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.