Borðið runt
Hesin strukturur riggar væl til orðaskifti og til at afturíaftur eitt evni, sum limirnir í bólkinum hava fingið vitan um.
Næmingarnir sita við borð í bólki 3-4 saman. Hvør bólkur fær útflyggjað eitt pappírs ark (gott við stórum t.d. A3)
Stig 1: lærarin gevur eina uppgávu, sum hevur fleiri svar, t.d.
Stig 2: toymislimirnir skriva sítt íkast (svar) og so fer arkið víðari til tann næsta til komið er runt.
Lærarin kann seta tíð á, t.d. hvussu nógv svar koma áðrenn ein minuttur er gingin
Dupultsirklar
Riggar væl, tá ið eitt evni skal viðgerast og til orðaskifti, repetitión, reflektión og at bera vitan víðari til onnur
- Næmingarnir verða býttir í tveir ringar, ein innanfyri og ein uttanfyri. Næmingarnir venda andlitini móti hvørjum øðrum
- Lærarin gevru eina uppgávu og ásetur tíðina, sum skal verða brúkt
- Tey, sum standa yvirav hvørjum øðrum skifta orð í ásettu tíðin í mun til hvussu uppgávan ljóðar
- Tá ið liðugt er, biður lærarin næmingarnar takka fyri prátið og nú snarar annar ringurin til høgru og nú standa øll yvirfyri einum nýggjum næmingi
- Lærarin setur ein nýggjan spurning og soleiðis verður hildið fram til
Duett-lesing
Duettlesing er ein góður øðrvísi máti at lesa ein tekst í gjøgnum.
- Næmingarnir fáa ein tekst frá lærararnum og fáa t.d. at vita at teir skulu lesa aðruhvørja linju.
- Ella at hvør næmingur lesur millum tvey punktum.
- Ein møguleiki er eisini, at triðju hvørja reglu skulu næmingarnir lesa í senn.
Ein fyri øll
Endamálið við hesum strukturinum er at næmingarnir gera sítt besta at tryggja, at øll í toyminum eru við. Struktururin er lættur at nýta, tí at tað altíð er eitt sindur spennandi, hvør tað er, sum skal svara og tað gevur orku og arbeiðsgleði.
- Næmingarnir geva sær sjálvum nummar frá 1 til 4
- Lærarin setur ein spurning ella uppgávu og gevur umhugsunartíð
- Næmingarnir tosa saman og hjálpa hvørjum øðrum og tryggja sær, at øll kenna svarið
- Lærarin velur ein bólk/toymi, sigur eitt nummar. Næmingurin, sum hevur hetta nummarið skal svara vegna toymið/bólkin
- Næmingar í øðrum bólkum við sama nummari leggja afturat.
Ekspert-puslispæl
Hesin strukturin fevnir um alla prosessina frá at ogna sær vitan, viðgera vitanina og at leggja hana fram fyri øðrum. Hon riggar væl at nýta, tá ið farast skal í gjøgnum rúgvusmikið lesitilfar - ella tá ið nógvar ymiskar uppgávur skulu verða gjøgnumgingnar
- Vald verða fýra ymisk heimsmál, sum flokkurin skal arbeiða við. Næmingarnir eru í bólkum - fýra saman. Hvør av hesum fær hvør sítt evni at arbeiða við, við øðrum orðum, at eingin hevur tað saman.
- Bólkalimirnir fara nú frá hvørjum øðrum og hittast í “serfrøðingatoymum” við limum úr hinum bólkunum, sum hava sama evni, sum teir.
- Nú verður arbeitt saman í “serfrøðingatoymum” at ogna sær vitan - og her kunnu t.d. spurningar verða nýttir
- Tá ið limirnir í serfrøðingabólkunum hava ognað sær vitanina, hjálpa teir hvørjum øðrum at fyrireika eina framløgu av evninum
- Øll venda aftur til teirra upprunaliga toymi, har teir leggja fram við at nýta strukturin “orðið runt”
- Næmingarnir arbeiða víðari útfrá nýggju felags vitanini.
Flashcard-spæl
At nýta at taka aftur í aftur eitt evni upp á ein stuttligan hátt
Fyrireiking: Næmingarnir skulu vera tveir og tveir og hvørt pari fær nøkur kort við spurningum á aðrari síðuni og svarum á hinari. Ein næmingur spyr og hin skal svara
- Tann, ið spyr situr við kortunum og spyr fyrsta spurningin, vísir hann fram (svarið stendur á hinari síðuni)
- Um næmingur svarar rætt, vinnur hann kortið og tann, ið spyr rósar honum. Tað skal vera oyslað við yvirdrignum rósi og rósið skal varierast frá spurningi til spurning. Um næmingurin ikki kann svara, verður rætta svarið lisið upp og so verður kortið lagt niðast í bunkan
- Hildið verður fram til næmingurin hevur vunnið øll kortini.
- Leiklutirnir verða skiftir um
Flipover-stafet
Flipover-stafet er ein stuttlig og øðrvísi CL háttur, sum bæði inniheldur endurtøku, fysiskan aktivitet og hugflog
Sett verða upp Flip-over ørk á veggin í flokkinum, eitt til hvønn bólkin og pláss skal vera fyri at hvør bólkur hevur pláss til at stilla seg í rað uml. tveir metrar burtur frá.
A: Uppgávan er at minnast so nógv sum til ber frá tí evninum, sum júst hevur verið arbeitt í gjøgnum
B: CL-hátturin kann eisini verða nýttur til hugarok
- Fremsti næmingurin í hvørjum raði hevur ein spritt penn
- Tá ið lærarin gevur boð, skundar næmingurin sær yvir til Flip-over arkið og skrivar tað týdningarmesta, sum hann/hon kann koma í tankar um (ella uppskot til hugarok)
- Síðani rennur næmingrin aftur til raðið og gevur pennin til tann næsta í køini sum skundar sær av stað…
- Hildið verður fram til bólkurin hevur skrivað alt tað, sum tey minnast upp á pappírið
- Loyvt er at nýta súmbol, pílar osfr.
Umframt til hugarok, kann hesin CL verða nýttur til uppsummering og afturíafturtøku repititión av øllum sløgum av vitan.
Av tí at tað skal verða skrivað skjótt, verður tað, sum skrivað verður, ikki so snøgt. Men av tí at fokusið og intensiteturin er høgur kemur væl burtur úr. CL hátturin ljóðar kanska eitt sindur fjasutur, men tey góðu kognitivu, fysisku og emotionellu elementini gera at tað mesta kemur við - lítið verður gloymt.
Ikki kapping: Umráðandi er at gera sær greitt, at hóast CL hátturin hevur orðið “stafett” í sær, so snýr tað seg ikki um eina kapping - tað snýr seg ikki um, at ein bólkur skal vinna á einum øðrum. Royndirnar eru, at næmingarnir kenna seg at kappast við seg sjálvan um at minnast so nógv sum gjørligt og tað er tað stuttliga.
Fyri at tryggja, at allir næmingarnir ava fingið alt við royna CL-háttin: stand og být ella trý til te
Leiklutalesing
Hesin CL háttur kann verað nýttur at lesa tekstir í øllum lærugreinum. Luttakararnir verða hjálptir í gjøgnum tekstin - eisini um talan er um torføran tekst - soleiðis ata øll betri skilja og minnast tað, sum tey lesa
Lærarin býtur tekstin upp í fýra partar - ella so nógvar partar, sum tað eru næmingar í bólkinum.
- Leikluturin “Upplesarin” lesur fyrsta brot hart upp fyri hinum
- Leikluturinin “Endurgevarin” endurgevur í stuttum tað týdningarmesta í innihaldinum
- Leikluturin “Yvirskriftameistarin” finnur eina yvirskrift, sum hóskar til brotið - og tað skal onkur skriva niður
- Leikluturin “Samanhangsmeistarin greiður frá samanhanginum millum tað, sum higartil er komið fram við tað, sum hann/hon forútsær nú fer at koma - ella í hvussu er skal roynt at vera komið við einum boði
- Leiklutirnir verða skiftir við urinum og so verður farið at lesa næsta brot
Orðið runt
Einfaldur CL- háttur, sum kann nýtast til alt - frá afturíafturtøku til hugarok og eftirmeting
- Lærarin ásetur eitt evni ella eina uppgávu, har nógv ymisk svar eru.
- Toymislimirnir geva svar eftir avtalaðari røð.
Spyr og být
Fyrireiking: Lærarin ger spurningar og skrivar á teir á kort/ seðil. Um ætlanin er at nýta kortini fleiri ferð, kunnu tey verða plastað.
Tað skulu vera líka nógv kort, sum tað eru næmingar í klassanum. Næmingarnir ganga runt millum hvønn annan og finna onkran at spyrja svara
Hesin háttur riggar væl til at fáa nýggja vitan til at sita fasta, til at greiða øðrum frá ella bara at nýta nýggjar førleikar
Forberedelse: Hver elev har et kort med et spørgsmål på. Alle spørgsmål er forskellige.
- Stig 1: Næmingarnir fáa hvør sítt kort og finna ein næming at spyrja
- Stig 2: Næmingur A spyr sín spurning
- Stig 3: Næmingur B svarar
- Stig 4: Um svarið er rætt, skal A rósa B. Um ikki skal A rósa B
- Stig 5: Næmingarnir skifta um leiklut
- Stig 6: Næmingarnir skifta kort
- Stig 7: Næmingarnir siga pent farvæl og leita eftir nýggjum at spyrja .. trin 2.
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.