Skip to main content

Heimsmálini

Henda tekst um tey 17 heimsmálini hjá ST hevur Jón Kragesteen, lærari, skrivað. Teksturin, sum er inngangur og undirvísingargongdir, er ætlaður miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.


Inngangur

Í 1804 kom fólkatalið fyri fyrstu fyri upp í eina milliard. Bara 123 ár seinni, í 1927 var talið tvífaldað upp í 2 milliardir. 33 ár seinni, í 1960, var talið 3 milliardir. Næstu árini øktist talið av fólkum í heiminum við einari milliard umleið hvørt 13. ár. Í 2012 var komið upp í 7 milliardir, og í 2017 eru vit longu 7,5 milliardir. At vit eru vorðin so nógv fólk hevur við sær at minni verður í part, tá ið vit skulu býta tilfeingið, sum er til í heiminum. Tíverri er hetta býtið sera ójavnt. Summi hava í yvirflóð, liva í tryggum samfeløgum, hava nógmikið av mati, klæðum góð hús og hava góðar útbugvingarmøguleikar, meðan onnur liva í fátækradømi við kriggi, sjúku, uttan hús og heim - og menningarmøguleikarnir eru avmarkarðir.

 

Túsundára menningarmálini  - frá 2000 til 2015

Í 2000 samtyktu Sameindu Tjóðir túsundára menningarmálini. Hetta førdi til, at stór framstig vóru gjørd, m.a. minkaði talið á fólkum, sum eru ógvusliga fátøk, munandi.

 

Tey 17 heimsmálini fyri burðardygga menning - frá 2015 til 2030

Tá ið árið 2015 fór at nærkast, ásannaðu ST-limalondini, at neyðugt var at fáa eina semju um nýggj mál at arbeiða fram í móti. M.a. gerst alt meira týðiligt, at virksemið hjá mannaættini er so umfatandi, at tað hevur stóra ávirkan á náttúruna og umhvørvið. Framtíðarútlitini eru, at liviumstøðurnar hjá okkara eftirkomarum fara at vera nógv broyttar. Settur var ein opin arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum ST-limalondunum. Opni arbeiðsbólkurin var saman 13 ferðir í árunum 2013 og 2014. Her arbeiddu politikkarar og onnur leiðandi fólk í samstarvi við fólki við servitan um útbúgving, heilsu, veðurlagi og øðrum evnum. Arbeiðsbólkurin viðgjørdi stóru trupulleikarnar, sum fólk kring heimin standa yvirfyri. Eisini børn og ung fingu møguleika til at ávirka úrslitið. 25. september 2015 vóru tey 17 heimsmálini fyri burðardygga menning løgd alment fram í ST høvuðsborgini í New York.

Semjan um tey 17 Heimsmálini um burðardygga menning inniber, at øll ST-lond skulu binda seg til at gera sítt fyri, at fólk í øllum heiminum fáa eitt betri lív uttan samstundis at leggja heimin í oyði. Í semjuni er ásett, at hetta skal verða gjørt, áðrenn næstu 15 árini eru gingin, frá 2015 til 2030. Við hesum avloystu tey 17 heimsmálini um burðardygga menning túsundáramálini frá 2000.

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.