05 UNDIRVÍSINGARGONGD
Heimsmál: 05 Javnstøða millum kynini
Málbólkur: Miðdeild
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
INNFØRSLA (1-3): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið: Mål 5: Ligestilling mellem kønnene
- Næmingarnir lesa: Heimsmál 5 Javnstøða millum kynini.
Uppskot: nýt til dømis Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum: Heimsmál 5 Javnstøða millum kynini í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Hvussu stórur partur av heimsins íbúgvum eru kvinnur?
- Hvat miðar fimta heimsmálið eftir?
- Kvinnur skulu hava somu rættindi at eiga jørð og hús, at taka lut í politikki, og ikki minst…
- Hvat er eitt, sum vit í verki kunnu gera, at bøta um rættindini hjá kvinnum?
- Hvat kundi ein tílík broyting ført við sær?
- Hvat gera støðugt fleiri lond?
- Hvussu stórur % partur av av gentunum vórðu giftar í 1990, áðrenn tær vórðu 15 ára gamlar?
- Hvat er talið fallið niður á í dag?
- Hvussu stórur % partur av kvinnum vóru í alheims parlamentum í 2006?
- Hvussu nógvar kvinnur vórðu valdar á ting í Føroyum í 2015?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,
Er tíð, ber til at royna vitanina við Kahoot - Heimsmál 5: Javnstøða millum kynini (15 min)
3. Orðaskifti og kjakspurningr (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri.
Byrja við hugaroki (10 min)
1. Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL) , Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.
1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Upplivir tú mun millum millum dreingir og gentur - menn og kvinnur?
2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Hvussu er við javnstøðu millum kynini í skúlanum og í flokkinum?
3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Kanna heimasíðuna hjá Javnstøðunevndini, t.d. undirvísingartilfar
- Hvat sigur javnstøðulógin? Hvussu við heilsustøðu og vælveru í Føroyum?
4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu er við javnstøðu í norðurlondum?
5. Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)
- Hvussu er við javnstøðu í Evropa?
6. Heimurin
- Kanna eitt land, har illa stendur til við javnstøðu millum kynini
7. Samfelagið
- Hvat hevur javnstøða ella ójavnstøða at siga fyri samfelagið?
8. Umhvørvið
- Hvat hevur javnstøða ella ójavnstøða at siga fyri umhvørvið?
9. Búskapur
- Hvat hevur javnstøða ella ójavnstøða at siga fyri búskap?
10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í: Heimsmál 5 Javnstøða millum kynini.
Er tíð, ber til at royna vitanina við Kahoot - Heimsmál 5: Javnstøða millum kynini(15 min)
(INNFØRSLA ENDAÐ)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: Heimsmál 5 Javnstøða millum kynini. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
- Les meira: Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.
Ítøkilig átøk
- Vitja stovnar
Undirvísingarmiðlar og amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.
Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.