Inngangur
Málbólkur: Miðdeild
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum inngangin, har greitt verður bakgrundini aftan fyri heimsmálini.
1 UNDIRVÍSINGARTÍMI Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið t.d. henda: Heimsmál hjá ST (6 min) ella henda Gør verdensmålene til virkelighed - Verdenstimen.dk
- Næmingarnir lesa: Heimsmálini - Inngangur
- Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Nær gjørdust vit 1 milliard fólk í heiminum?
- Hvat var fólkatalið í heiminum í 2017?
- Hvat hevur tað við sær, at vit eru vorðin so nógv fólk?
- Hvat samtyktu ST limalondini í 2000?
- Hvat førdu Túsundára Menningar Málini m.a.til?
- Hvat gerst við tíðini alt meira týðiligt?
- Hvat fingu børn og ung møguleika til?
- Nær vóru tey 17 heimsmálini fyri burðardygga menning alment
- Hvørji eru framtíðarútlitini?
- Hvat skulu øll ST lond binda seg til?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,
Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurningum (15 min)
3. Orðaskifti og kjakspurningr (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.
1. Byrja við hugarok (10 min)
1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)
2. Orðaskifti í bólkum (20 min)
T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av.
Hvussu hevur fólkavøksturin verið seinastu 200 árini - leita á netinum.
1. Hvussu hevur fólkavøksturin verið seinastu 200 árini - leita á netinum
2. Tosa um upprunan og týdningin hjá ST
3. Arbeið við hugtøkum, sum eru nýtt í tekstinum, sí “Orð og hugtøk”
4. Hvønn leiklut hava Føroyar í mun til ST, hava vit skyldur og uppgávur?
5. Spyr spurningar, sum fáa næmingarnar at grunda yvir, t.d.: Hvørjir eru stórstu trupulleikar í nærumhvørvinum?
3. Gjøgnumgongd og prát um tey 17 heimsmálini (45 min)
1. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 máliniGjøgnumgongd og prát um tey 17 heimsmálini (45 min)
4. Far ígjøgnum tey 17 heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
Les meira um heimsmálini á hesum leinkjum:
- Un.org/sustainabledevelopment – almenn síða hjá ST um heimsmálini
- Globalgoals.org – síða sum Project Everyone hevur gjørt um heimsmálini
- Millennium Development Goals report 2015 – endaliga ST frágreiðingin um 2015 málini
- Verdenstimen – tilfar til fólkaskúlar og miðnámsskúlar um heimsmálini
- Dátugrunnurin hjá Heimsbankanum
- Ráðstevna um heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.