16 UNDIRVÍSINGARGONGD
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:
Heimsmál: 16 Friður, rættvísi og sterkir stovnar
Málbólkur: Miðdeild
Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
INNFØRSLA (1-3): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið: FNs bærekraftsmål 16: Fred og rettferdighet
- Næmingarnir lesa: 16 Friður, rættvísi og sterkir stovnar
- Uppskot: nýt til dømis Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Hvussu skriva Sameindu Tjóðir í formælinum til heimsmálini?
- Hvat er higartil tíverri ikki eydnast ST?
- Hvat er nógv í tali í dag, samanborið við farnu 20 árini?
- Hvat hoyrir til søguna?
- Hvat síggja vit, um vit líta enn longur aftur í søguna?
- Hvat er kortini ikki rætt at siga?
- Hvat hevur stóran týdning?
- Hvat snýr sekstanda heimsmálið seg eisini um?
- Hvat er samstundis eitt lyklahugtak í heimsmálunum?
- Nær verður gjørligt at finna veg úr harðskapinum?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,
3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri.
Byrja við hugaroki (10 min)
- Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL) , Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.
Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Hvussu kanst tú gera tín part fyri at fáa frið, rættvísi og sterkar stovnar?Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Hvussu kunnu vit í nærumhvørvinum gera okkara fyri at fáa frið, rættvísi og sterkar stovnar?Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar, at arbeiða fyri friði, rættvísi og sterkum stovnum?Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu kunnu Norðurlond arbeiða fyri friði, rættvísi og sterkum stovnum?Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)
- Hvussu kann vesturheimurin arbeiða fyri friði, rættvísi og sterkum stovnum?Heimurin:
- Hvørji lond í heiminum arbeiða fyri friði, rættvísi og sterkum stovnum?
Samfelagið
- Hvønn týdning kann tað hava fyri samfelagið, at arbeiða fyri friði, rættvísi og sterkum stovnum?Umhvørvið
- Hvat kann friður, rættvísi og sterkir stovnar merkja fyri umhvørvið?Búskapur
- Hvat kann friður, rættvísi og sterkir stovnar merkja fyri búskapin?Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í: 16 Friður, rættvísi og sterkir stovnar
Er tíð, royn so Kahoot Heimsmál: 16 Friður, rættvísi og sterkir stovnar (15 min)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: 16 Friður, rættvísi og sterkir stovnar (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”,
- Les meira: Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.
Ítøkilig átøk
- Vitja stovnar
Undirvísingarmiðlar og amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.
Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.