Skip to main content

01 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 1 Basa fátækradømi

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi, og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í dýpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er, at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALDIÐ, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið til dømis henda: FNs bærekraftsmål 1: Utrydde fattigdom, ella henda Global Goal 1: No Poverty

    Næmingarnir lesa: Heimsmál 1: Basa fátækradømi

  2. Uppskot: nýt til dømis Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum Heimsmál 1: Basa fátækradømi í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat snýr fyrsta heimsmálið seg um?

  2. Hvussu lýsir Heimsbankin fólk við lægri inntøku enn $1.25 um dagin?

  3. Hvussu nógv fólk vóru ógvusliga fátøk í 1990?

  4. Parturin av teimum ógvusliga fátøku er fallin frá 35% til?

  5. Triði hvør var ógvusliga fátækur í 1990. Hvat er talið síðani fallið til?

  6. Hvat røkkur eitt tilverugrundarlag upp á 20 ella 30 krónur um dagin ikki til?

  7. Hvat hava øll lond sett sær fyri at minka niður í eina helvt?

  8. At minka um fátækradømi krevur bæði burðardyggan búskaparligan vøkstur og .. ?

  9. Teimum fátækastu tørva ofta grundleggjandi rættindi og ..?

  10. Hvat má framburðurin byggja á?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Til ber at nýta CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL).

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot - Heimsmál: 1 Basa fátækradømi (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.

 

Byrja við hugaroki (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL). Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.

 

1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Er fátækradømi partur av tínum gerandisdegi??

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommuna

- Er fátækradømi partur av tínum nærumhvørvi?

- Hvussu kann ógvusligt fátækradømi ávirka mat, klæðir, bústað og útbúgving?

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting

- Hvussu er við fátøkum í Føroyum?

- Hvussu við fátøkum í Føroyum fyrr í tíðini?

- Allýsa ymisk fátækrastøði: er fátækradømi í Føroyum?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er við fátækradømi í Norðurlondum?

- Hvussu kunnu Norðurlond arbeiða við fátækradømi?

 

5. Vesturheimurin (t.d. Vesturevropa og USA)

- Hvussu er við fátækradømi í vesturheiminum?

- Hvussu kann vesturheimurin arbeiða móti fátækradømi?

 

6. Heimurin:

- Tosa um hvar í heiminum fólk búgva, sum eru ógvusliga fátøk?

- Hvat kunnu lond í heiminum gera, at basa fátækradømi?

 

7. Samfelagið

- Hvønn týdning kann tað hava fyri eitt samfelag, ið hevur nógv ógvusliga fátøk fólk?

 

8. Umhvørvið

- Hvørja ávirkan kann fátækradømi hava á umhvørvið?

 

9. Búskapur

- Hvørja ávirkan kann fátækradømi hava á búskapin?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í: Heimsmál 1: Basa fátækradømi.

 

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot - Heimsmál: 1 Basa fátækradømi (15 min)

 

(INNFØRSLA ENDAÐ)

FRAMHALD: Sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum

Heimsins bestu tíðindi

  1. Les greinar niðast her: Heimsmál 1: Basa fátækradømi (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder,Verdenstimen

 

Orðaskifti

Tosa um undirmálini

Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk

  1. Set orð á, ella ger lista yvir tað, sum eitt fólk hevur brúk fyri í ein dag, eina viku, mánað, eitt ár.

  2. Ber til at liva, hóast vit ikki eiga alt, sum vit kundu hugsað okkum?

  3. Kanna, hvat fátækradømi ger við eitt fólk, ella eitt barn, sum veksur upp.

  4. Hvat høvdu vit í Føroyum fingið fyri 8 kr. um dagin?

  5. Tosa við Frelsunarherin, Reyða Kross, Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

 

Undirvísingarmiðlar og amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl.

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini (20 min)

  1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.