Skip to main content

03 UNDIRVÍSINGARGONGD

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í dýpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: FNs bærekraftsmål 3: Sikre god helse og fremme livskvalitet for alle
  2. Næmingarnir lesa: 3 Góð heilsa og vælvera

Uppskot: nýt til dømis Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min).

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum: 3 Góð heilsa og vælvera - í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

 

  1. Hvussu skriva Sameindu Tjóðir í formælinum til heimsmálini?

  2. Hvat er higartil tíverri ikki eydnast hjá ST?

  3. Hvat er nógv í tali í dag, samanborið við farnu 20 árini?

  4. Hvat hoyrir til søguna?

  5. Hvat síggja vit, um vit líta enn longur aftur í søguna?

  6. Hvat er kortini ikki rætt at siga?

  7. Hvat hevur stóran týdning?

  8. Hvat snýr sekstanda heimsmálið seg eisini um?

  9. Hvat er samstundis eitt lyklahugtak í heimsmálunum?

  10. Nær verður gjørligt at sleppa úr harðskapinum?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurning - Heimsmál: 03 Góð heilsa og vælvera (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.

 

Byrja við hugaroki (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.

 

1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvat liggur í orðinum lívsstílur?

- Er heilsa og vælvera eitt evni í skúlanum?

- Hvør hevur ábyrgdina av heilsu og vælveru hjá børnunum?

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna

- Hvussu kunnu vit gera í nærumhvørvinum, so fólk hava góða heilsu og kenna vælveru?


3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting

- Hvussu er við heilsustøðu og vælveru í Føroyum?

- Hvussu arbeiðir Fólkaheilsuráðið og Sjúkrahúsverkið við heilsu og vælveru?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er við heilsustøðu og vælveru í Norðurlondum?

- Hvussu verður arbeitt við heilsu og vælveru í Norðurlondum?

 

5. Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)

- Hvussu er við heilsustøðu og vælveru í vesturheiminum?

- Hvussu verður arbeitt við heilsu og vælveru í vesturheiminum?

 

6. Heimurin: 

- Hvussu er heilsustøðan í heiminum dag?

- Hvussu verður arbeitt við heilsu og vælveru í heiminum?

 

7. Samfelagið

- Hvønn týdning hevur góð heilsa og vælvera fyri samfelagið?

 

8. Umhvørvið

- Hvønn týdning hevur góð heilsa og vælvera fyri umhvørvið?

 

9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur góð heilsa og vælvera fyri búskapin?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í 3 Góð heilsa og vælvera

 

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurning - Heimsmál: 03 Góð heilsa og vælvera (15 min)


(INNFØRSLA ENDAÐ)

    FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum

     

    Heimsins bestu tíðindi   

    1. Les greinar niðast her: 3 Góð heilsa og vælvera (Ger spurningar, sí 2 omanfyri)

    2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11, sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

    3. Les meira, t.d.: Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

     

    Orðaskifti

    1. Tosa um undirmálini. Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.

      

    Ítøkilig átøk

    1. Vitja stovnar

     Undirvísingarmiðlar og amboð

    1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl.

     

    Arbeiðshættir

    1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.

     

    Endurtøka: Far ígjøgnum øll heimsmálini (20 min)

    1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini

    2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini

     

    Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


    Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.