07 UNDIRVÍSINGARGONGD
Heiti: Heimsmál 7: Burðardygg orka
Málbólkur: Miðdeild
autocad hongkong foster 3dgs plugin autodesk motionbuilder microstation v8 for autocad users autocad patterns autodesk picture this home kitchen 20 buy cheap software autocad inventor simulation suite 2011 autocad 2004 or equal for sale ebayÁðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
INNFØRSLA (1-3): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið: Pålidelig energi i hjemmet
- Næmingarnir lesa: 7 Burðardygg orka
Uppskot: nýt til dømis Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum:7 Burðardygg orka í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Hvat snýr sjeynda heimsmálið seg um?
- Hvat snýr tað seg um, tá ið vit í ríka partinum av heiminum tosa um burðardygga orku?
- Hvat skulu vit í staðin brúka?
- Hvussu gera nógv fólk mat úti í heimi?
- Avbjóðingin er at gevast at brúka osandi pinnabrenni í køkinum og heldur ...
- Hvussu nógv er parturin av fólki, sum hava atgongd til gass ella streym í køkinum, øktur?
- Hvat eru sólsellur vorðnar seinastu árini?
- Hvat hava hevur hetta saman við LED-perum givið fólki, sum ikki búgva í stórbýum?
- Hvat fáa børn høvi at gera um kvøldarnar?
- Hvar kunnu fólk fylgja við í tíðindum?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,
Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina Kahoot spurningar til Heimsmál 7: Burðardygg orka (15 min)
3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.
Byrja við hugaroki (10 min)
- Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL) , Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.
1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Til hvat og nær brúkar tú orku í gerandisdegnum?
- Er brúkta orkan burðardygg?
2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Hvussu og hvør tryggjar at at øll hava orku?
- Hvussu týdningarmikið er við orku í gerandisdegnum?
- Hvussu var við orku fyrr í tíðini?
3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Hvat hevur rein og burðardygg orka at týða fyri Føroyar?
- Hvønn leiklut hevur landið í hesum?
4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu er við burðardyggari orku hjá grannum okkara?
5 .Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)
- Hvussu er við reinari burðardyggari orku í Evropa?
6. Heimurin:
- Hvussu er við burðardyggari orku úti í heimi?
- Kanna eitt land, har orkutrot er
- Kanna eitt land, har eingin burðardygg orka er
7. Samfelagið
- Hvat hevur burðardygg orka at siga fyri samfelagið?
8. Umhvørvið
- Hvat hevur burðardygg orka at siga fyri umhvørvið?
9. Búskapur
- Hvat hevur burðardygg orka at siga fyri búskapin?
10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í: 7 Burðardygg orka
Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina Kahoot spurningar til Heimsmál 7: Burðardygg orka (15 min)
(INNFØRSLA ENDAÐ)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: 7 Burðardygg orka (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
- Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.
Ítøkilig átøk
- Vitja SEV og oljufeløg
Undirvísingarmiðlar og amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.
Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.