Skip to main content

12 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál 12; Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat noyðast vit, um vit skulu tryggja eina burðardygga framtíð?

  2. Hvat verður hvønn dag burturbeint bara í Bretlandi?

  3. Hvar veksa bananirnar?

  4. Hvussu lítið skal til at bananirnar verða tveittar burtur?

  5. Hvussu stórur partur av heimsins matvørum enda sum rusk?

  6. Hvat kunnu vit síggja, um vit broyta hugsunarhátt?  

  7. Hvat snýr tólvta heimsmálið seg um?

  8. Hvat framleiða vit umframt matvørur eisini?

  9. Hvat er framleiðslan og flutningurin av vørunum við til?

  10. Hvat skulu vit áðrenn 2020?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir

Er tíð, royn so Kahoot:  Heimsmál 12; Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka, kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.

 

Byrja við hugaroki (10 min)

Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)

 

    Orðaskifti í bólkum (20 min)

    Til ber at nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) , Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.

     

    1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

    - Kanna hvussu er við mati heima. Nýta tit allan matin, ella hvussu?

    - Kennir tú onkran, sum ansar væl eftir ikki at koyra mat burtur, og hvussu tá verður gjørt?

    - Hvussu er við klæðum?

    - Hvussu er við húsastødd?

     

    2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna

    - Eru skipanir í grannalagnum, ella nærumhvørvinum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu við skúlum, matstovum og matvøruhandlum?

    - Hvussu við bygningum, verður oyðslað har?

    - Hvussu við t.d. alifyritøkum, byggivinnu og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Verður nóg nógv gjørt fyri at endurnýta tilfar

     

    3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting

    - Hvussu við fyriskipanum í Føroyum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu er við lógum og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Er umhvørvið lógliga nóg væl vart?

     

    4. Norðurlond: grannar okkara

    - Hvussu við fyriskipanum í Norðurlondum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu er við lógum og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Er umhvørvið lógliga nóg væl vart?

     

    5. Vesturheimurin

    - Hvussu við fyriskipanum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu er við lógum og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Er umhvørvið lógliga nóg væl vart?

     

    6. Heimurin: 

    - Hvar í heiminum er mesta oyðsl?

    - Hvussu ávirkar oyðsl og vantandi ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla fátøk lond?

     

    7. Samfelagið

    - Hvat merkir tað fyri samfelagið at hava ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu?

     

    8. Umhvørvið

    - Hvat merkir tað fyri umhvørvið at hava ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu?

     

    9. Búskapur

    - Hvønn týdning hevur tað fyri búskap, at hava ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu?

     

    10. Undirmálini

    - Tosa um undirmálini, sí niðast í: Heimsmál 12 Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla. 

     

     

    Er tíð, royn so Kahoot:  Heimsmál 12; Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla (15 min)

    (INNFØRSLA ENDAÐ)

    FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum

    Heimsins bestu tíðindi   

    1. Les greinar niðast her: Heimsmál 12 Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.
    2. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
    3. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
    4. Les meira: Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
    5.   

    Orðaskifti

    1. Tosa um undirmálini
    2. Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.

     

    Ítøkilig átøk

    1. Vitja stovnar


    Undirvísingarmiðlar og amboð

    1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl


    Arbeiðshættir

    1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.

     

    Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

    1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
    2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini

      Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


      Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.