11 UNDIRVÍSINGARGONGD
Heimsmál 11 Burðardyggar býir og bygdir
autocad mep buy autodesk maya 2012 mac download autodesk robot structural analysis professional 2011 autodesk civil 3d prices autocad civil 3d drainage autodesk maya 85 caratula disco autodesk 3d maxMálbólkur: Miðdeild
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál er nógmikið við INNFØRSLUNI, sum er sett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
INNFØRSLA (1-4): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
1. Vís stuttan film um evnið: FNs bærekraftmál 11 ella henda, sum er um stórbýir: Top 10 largest cities 2100, ella kanska henda Goal # 11 | All Aboard For Global Goals!
2. Næmingarnir lesa: Heimsmál 11: Burðardyggar býir og bygdir . Uppskot at nýta: Cooperative Learning hættir, sum t.d. “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Hvar býr helmingurin av heimsins íbúgvum nú?
- Hvat sær út til at halda fram?
- Hvat brúka nógvu stóru býirnir?
- Hvat stendast úr brúkinum?
- Hvat hendir tá so nógv fólk miðsavnast í stóru býunum at búgva?
- Hvat kann tað føra við sær, um vøksturin í býunum ikki verður rætt handfarin?
- Hvussu nógv fólk búgva í fátækrabýlingum, sambært tølunum frá 2014?
- Hvat er talið av fólkum í fátækrabýlinum í Latínamerika broytt frá 1990 til í dag?
- Hvat er talið í Eysturasia minkað samstundis?
- Hvussu skulu øll búgva í 2030?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL) , Orðið runt (CL) verða nýttir,
Er tíð, royn so Kahoot: Heimsmál 11 Burðardyggar býir og bygdir (15 min)
3. Orðaskifti og samanumtøka, kjak (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri. Enda við Kahootspurningum.
Byrja við hugaroki (10 min)
- Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
https://docs.google.com/document/d/1qHiMeaspJM1oNYMOc610QwjbCrsu8vGaSztnhV51yOY/edit
Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL) ), Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum, sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Hvussu býrt tú?
- Hvussu búgva tíni nærmastu?
2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Eru tekin um stórbýartrupulleikar har tit búgva?
3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Hvar búgva flest fólk í Føroyum?
- Hvar flyta fólk frá og til í Føroyum?
- Hvar er dýrast at búgva í Føroyum?
- Hvussu er við bústøðum til øll í Føroyum?
- Búgva fólk á gøtuni í Føroyum?
4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu búgva fólk í Norðurlondum í mun til býir og bygdir?
- Hvussu eru stórbýir í Norðurlondum í mun til, støðuna í Føroyum
- Búgva fólk á gøtuni í Norðurlondum?
5. Vesturheimurin
- Hvussu búgva fólk í vesturheiminum í mun til býir og bygdir?
- Búgva fólk á gøtuni í vesturheiminum?
6. Heimurin:
- Hvar í heiminum eru sera stórir býir?
- Hvar í heimum eru sera stórir býir við sera stórum avbjóðingum?
- Hvar í heiminum er gott og vánaligt undirstøðukervi?
- Er nakað stað í heiminum serliga kent fyri nýskapan?
7. Samfelagið
- Hvat merkir tað fyri samfelagið, at fólk savnast at búgva í býum?
8. Umhvørvið
- Hvørja ávirkan hava býir á umhvørvið?
9. Búskapur
- Hvønn týdning hevur tað fyri búskapin, at fólk savnast at búgva í býum?
- Hvørjir eru fyrimunirnir?
- Hvørjir eru vansarnir?
10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í: Mál 11: Burðardyggar býir og bygdir
Er tíð, royn so Kahoot: Heimsmál 11 Burðardyggar býir og bygdir (15 min)
(INNFØRSLA ENDAÐ)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: : Mál 11: Burðardyggar býir og bygdir(Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
- Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...
Ítøkilig átøk
- Vitja stovnar
- ?
Undirvísingarmiðlar/ amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...
Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.