06 UNDIRVÍSINGARGONGD
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
Við tað, at tey 17 heimsmálini hvørt mál sær er sera umfatandi, ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál er nógmikið við INNFØRSLUNI, sum er sett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
INNFØRSLA (1-4): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið Mål 6: Rent vand og sanitet (5 min)
- Næmingarnir lesa: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri. (10 min)
- Uppskot: nýta Cooperative Learning háttin “leiklutalesing” ella “duettlesing”.
2. Svara spurningum (30 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyr í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Royndin er at um spurningarnar verða skrivaðir niður við hond er størri møguleiki fyri, at teir verða skiltir.
- Hvat er sætta heimsmálið?
- Hvussu nógvir av heimsins íbúgvum hava atgongd til eina betri vatnkeldu í 2000?
- Hvussu nógv hava atgongd til eina betri vatnkeldu nú?
- Hvat merkir, at vatnkeldan er betri?
- Hvat kann sigast um vatnið í teimum størru vøtnunum og áunum?
- Hvat eru góð tíðindi?
- Hvussu nógv fólk hava ikki atgongd til ves?
- Í 2000 høvdu 59% av heimsins íbúgvum atgongd til ves. Hvussu nógv hava atgongd nú?
- Hvat skulu vit umsita á ein burðardyggan hátt?
- Hvussu nógv % av vatninum, sum býir, ídnaður og landbúnaður nýta, stavar frá skógum og vátlendi?
Royn kanska Kahoot: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri (15 min)
3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri. Enda til dømis við Kahootspurningum.
Byrja við hugaroki (10 min)
- Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
Orðaskifti í bólkum (ymiskir CL strukturar) (20 min)
Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Til hvat og nær brúkar tú vatn í gerandisdegnum?
2. Lokalt: grannalagið, vinnulív arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Hvussu og hvør tryggjar reint vatn og reinføri?
- Hvussu týdningarmikið er reint vatn og reinføri í gerandisdegnum?
- Hvussu var við reinum vatni og reinføri fyrr í tíðini?
3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Hvat hevur reint vatn og reinføri at týða fyri Føroyar?
- Hvønn leiklut hevur landið í hesum?
4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu er við reinum vatni og reinføri hjá grannum okkara?
5. Evropa: heimspartur okkara
- Hvussu er við reinum vatni og reinføri í Evropa?
6. Heimurin: Hvussu er við reinum vatni og reinføri úti í heimi?
- Kanna eitt land, har vatntrot er
7. Samfelagið
- Hvat hevur atgongd til reint vatn og reinføri at siga fyri samfelagið?
8. Umhvørvið
- Hvat hevur reint vatn og reinføri at siga fyri umhvørnvið?
9. Búskapur
- Hvat hevur reint vatn og reinføri at siga fyri búskap?
10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri.
Royn kanska Kahoot: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri (15 min)
(INNFØRSLA ENDAÐ)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
- Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.
Ítøkilig átøk
- Vitja stovnar
Undirvísingarmiðlar og amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.
Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.