02 UNDIRVÍSINGARGONGD
Heimsmál: 02 mat til øll
Málbólkur: Miðdeild
Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnumhetta:
00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur
Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í dýpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.
INNFØRSLA (1-3): 2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN
1. At seta seg inn í evnið
- Vís stuttan film um evnið t.d. henda: FNs bærekraftsmål 2: Utrydde sult ella FN's verdensmål 2
- Næmingarnir lesa: 2 Mat til øll:
Uppskot: nýt til dømis Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)
2. Svara spurningum (20 min)
Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum: 2 Mat til øll í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.
- Hvat snýr annað heimsmálið seg um?
- Hetta heimsmálið fevnir um tey, ið líða av so ógvusligari hungursneyð, at tey kunnu doyggja í hungri og …?
- Hvat er hent síðani 2000 við tí parturin av fólki, ið ikki fær nóg mikið av mati?
- Hvussu nógv fólk fara hvørt kvøld svong í song?
- Hvat hevur altjóða samfelagið megnað við at veita hjálp og at senda mat?
- Hvat kann hungursneyð forða fyri?
- Hví mennast børn ikki?
- Hvat er tí umráðandi?
- Tey ríku londini hava ein týdningarmiklan leiklut. Eitt nú við at skapa javnar kappingarumstøður og…?
- Hvat verður gjørt við stóran part av tí mati, við framleiða í dag?
At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,
Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurningum - Heimsmál: 02 mat til øll (15 min)
3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)
Tá ið næmingarnir hava verið ígjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpari inn í evnið, sí niðanfyri.
Byrja við hugaroki (10 min)
- Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)
Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.
1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Upplivir tú nakantíð mattrot?
- Er nakað av okkara mati, sum vit kunnu liva fyri uttan?
2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna
- Hvussu kunnu vit í nærumhvørvinum gera okkara fyri at fáa frið, rættvísi og sterkar stovnar?
3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting
- Hvussu er við mattroti í Føroyum?
- Hvussu var við mattroti í Føroyum fyrr í tíðini
4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu er við mattroti í Norðurlondum?
- Hvussu var við mattroti í Norðurlondum fyrr í tíðini?
5. Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)
- Hvussu er við mattroti í vesturheiminum?
6. Heimurin
- Hvørji lond í heiminum stríðast við mattroti?
- Hvussu kunnu lond, sum eru væl fyri, hjálpa londum við mattroti?
7. Samfelagið
- Hvønn týdning kann tað hava fyri samfelagið, at trot er á mati?
8. Umhvørvið
- Hvørjar avleiðingar kann mattrot hava fyri umhvørvið?
9. Búskapur
- Hvørja ávirkan kann mattrot hava fyri búskapin?
10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í : 2 Mat til øll
Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurningum - Heimsmál: 02 mat til øll (15 min)
FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum
Heimsins bestu tíðindi
- Les greinar niðast her: 2 Mat til øll
- (Ger spurningar, sí 2 omanfyri)
- Hvørji onnur heimsmál verða ávirkaði av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
- Les meira: Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
Orðaskifti
- Tosa um undirmálini
- Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.
Ítøkilig átøk
- Kanna eftir, hvat hungur ger við eitt fólk, ella við eitt barn, sum veksur upp.
- Set orð á og ger lista yvir tað, sum eitt fólk skal hava at eta í ein dag, eina viku, ein mánað, eitt ár.
Undirvísingarmiðlar og amboð
- plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl.
Arbeiðshættir
- Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.
Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)
- Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
- Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.