Skip to main content

At prædika fyri kórinum

 

Í morgunsendingini í Útvarpinum 1. august varð tosað við Niels Una Dam, sum er samskiftisráðgevi og eigur reklamuvirkið Nudlavirkið. Tosið snúi seg um valplakatir í sambandi við løgtingsvalið, sum verður 31. august. Prátið varir 17 minuttir.

Lurta eftir sendingini á kvf.fo

 

Aftaná at hava lurtað í felag, kjakast tit í sama tíma um hesi fimm evni:

 

1 Ellivu minuttir inni í samrøðuni brúkar samskiftisráðgevin vendingina “at prædika fyri kórinum”. Skiftið orð um hesa vending og hvat hon upprunaliga merkir. Prædika vit sjálvi onkuntíð fyri kórinum? Hvussu og nær kunnu vit gera tað? 

2 Hvønn týdning hava politiskar valplakatir í dag, har bara eitt andlit og eitt fornavn síggjast?

3 Hvørjir miðlar fara helst at verða mest brúktir til valstríð í Føroyum, sambært samskiftisráðgevanum?

4 Brúkar tú Instagram ella Facebook? 

5 Eru tit samd við øllum tí, sum samskiftisráðgevin sigur?