Skip to main content

Løgtingsvalið 2019

Á hesari temasíðu eru undirvísingargongdir og uppgávur um løgtingsvalið í 2019, sum eru ætlaðar miðdeild og hádeild fólkaskúlans í søgu og samtíð og samfelagsfrøði. Tilfarið, sum Snar hevur gjørt, byggir á eldri temasíður um sama evnið og nýggjar og eldri bókaútgávur hjá Námi.

Føroyar hava nógvar politiskar flokkar. Eftir løgtingsvalið í 2015 vórðu stóru flokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Smáu flokkarnir vórðu Framsókn, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri. 

Umframt hesar somu, stilla tveir nýggir flokkar upp til løgtingsvalið í 2019. Teir eru Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis.

Fólkið velur 33 limir í Løgtingið. Val skal vera í minsta lagi fjórða hvørt ár. Samsvar er millum atkvøðutal og tinglimatal. Fær ein flokkur 21% av atkvøðunum, fær hann eisini umleið 21% av tinglimunum.

Vanliga fær ein flokkur ikki einsamallan meiriluta. Tí fer hann í samgongu við aðrar flokkar. Hesir flokkar skipa Landsstýri, meðan hinir flokkarnir eru í andstøðu.

Valbitar frá flokkunum

Sambandsflokkurin, Anna Falkenberg
Framsókn - Bjarni Kárason Petersen
Javnaðarflokkurin, Aksel Johannesen
Miðflokkurin, Steffan Klein Poulsen
Tjóðveldi, Høgni Hoydal
Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, Arnfinn á Birtuni

Endaliga úrslitið á løgtingsvalinum 2019

 

Á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya er endaliga úrslitið á Løgtingsvalinum 2019

Hygg eftir úrslitinum her



Fyrsta valplakatin í ár

Val til danska fólkatingið varð hildið grundlógardagin 5. juni.
Tveir fólkatingslimir skulu veljast í Føroyum. Úrslitið
varð, at eitt umboð fyri Sambandsflokkin, Edmund Joensen,
og eitt umboð fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, vórðu
vald til fólkatingið. Til fólkatingsvalið setti hin føroyski
Javnaðarflokkurin hesa valplakat á fyrsta sjónliga veggin
í Hvalvík, tá tú kemur í bili sunnanifrá. Plakatin hongur enn
og fer helst at hanga til løgtingsvalið er av.

Løgmaður, sum sæst á plakatini, hevur kunngjørt,
at løgtingsval verður 31. august 2019.
 

  • Hvørjir litir verða brúktir á plakatini?
  • Sæst hon langt frá?
  • Omanfyri plakatina eru fimm ljóskastarar.
    Hvønn týdning hava teir fyri staðsetingina?
  • Hevur plakatin ein greiðan politiskan boðskap?
  • Tøm myndina fyri súmbol og gev henni
    karakter við grundgeving.

Samfelagið

Bókarøðin Samfelagið og eg (2017), Samfelagið og vit (2018) og Samfelagið - eg og vit øll (2019) eru til lærugreinina samfelagsfrøði í sjeynda, áttanda og níggjunda flokki.

Í bókini til áttanda flokk, Samfelagið og vit, er fimti kapittul serliga áhugaverdur í sambandi við løgtingsvalið. Her verða politiskar skipanir og val viðgjørd. Sum sæst á myndini niðanfyri verða føroysku flokkarnar við stovningarári settir inn í eina skipan, so vit annan vegin síggja vinstra og høgra og hin vegin samband og loysing.

Hinar báðar bøkurnar í somu røð viðgera evni sum fjórða samfelagsmaktin og hugsjónir, javnstøða og mannarættindi. Bøkurnar hava ein útgávuheim á Snar við arbeiðsuppgávum, myndum og ljóðbókum.

Samfelagsfrøði

Í bókini Samfelagsfrøði 1 - tú og samfelagið (2001) verður mangt, sum viðkemur hesari temasíðu, eisini viðgjørt. Bókin vendir sær til ungfólk yvirhøvur og leggur upp til, at tey venja seg at viðgera, meta um og taka støðu í samfelagsspurningum. Bókin er tøk á Snar.