Skip to main content

A Fólkaflokkurin

Hetta er ein av flokkunum, sum hava skiftandi myndir ovast á heimasíðuni. Vit hava valt hesa.

Hvør er liturin hjá hesum flokki?

Fyrst hyggja vit at myndini. Hvat síggja vit? Er tað ein maður ella kvinna? Hvar kunnu vit møta hesum persóni, sum er avmyndaður? Kenna tit nakran, sum kundi verið persónurin, ið er avmyndaður? Hvat verður sagt, við at vísa hetta myndaevni? Hvør mann vera móttakarin av hesum boðum.

Nú hyggja vit eftir tekstinum og lesa hann. Hvussu vorðin er teksturin? Sæst sami litur aðrastaðni á heimasíðuni? Hvør mann so eiga boðini? Nú lesa vit, hvat verður sagt. Hvønn móttakara vendir avsendarin sær til? Hvat fær móttakarin afturfyri, um hann velur henda flokk?
 

B Sambandsflokkurin

Hetta er ein av flokkunum, sum hava skiftandi myndir ovast á heimasíðuni. Vit hava valt hesa.

Hvør er liturin hjá hesum flokki? Hvar eru vit og hvat fer fram, har sum myndin er tikin? Hvør sæst á myndini? Eru tað menn ella kvinnur? Hvussu eru fólkini klædd? Hvør er týdningarmesti persónurin á myndini? Hví? Vita vit, hvør hesin persónur er? Um tað er ein sambandsmaður, hevur tað so týdning fyri myndina? Hví? Um tað ikki er ein sambandsmaður, sum er høvuðspersónur, hvønn týdning hevur persónurin so, tá vit hugsa um avsendaran? Er hetta effektivt og sannførandi samskifti? Verða vit sannførd um at velja hendan flokkin? Um vit velja henda flokkin, grundað á hesa mynd, hvat fáa vit so afturfyri?

C Javnaðarflokkurin

Hvør er liturin hjá hesum flokki? Hvat er búmerkið hjá hesum flokki, hvat ímyndar tað og hevur tað týdning fyri litin hjá flokkinum? Hvat síggja vit á myndini? Greið frá um hetta kundi verið ein føðingardagur, eitt brúdleyp ella ein sjónvarpsrøð. Hevði tað borið til? Hví munnu fólkini vera savnaði til eina felags mynd? Hvør munur er á eini stórari felagsmynd og fleiri smáum einstaklingamyndum? Hvar síggja vit bæði sløgini av myndum? Sæst tað, um hesin flokkur brúkar nútímans tøkni og sosialar miðlar? Hvat sigur tað um ein flokk, at hann brúkar sosialar miðlar? Hvat síggja vit á høgra bredda? Sleppa fólk til orðanna í hesum flokki?

D Nýtt Sjálvstýri

Hvørjir eru litirnir hjá hesum flokki? Hvør er ímyndin, symbolið, hjá flokkinum? Kann tað minna um bókstavin hjá flokkinum og kanska ein fugl, ella bæði? Ímyndin og litirnir standa fyri samleikanum hjá flokkinum, sum var hann ein livandi vera. Kjakist í flokkinum um búmerkið, sum er nýtt, og um tað ber til at skifta búmerkið hjá einum politiskum flokki, og um tað ber til at hava meir enn ein lit. Økir tað um trúðvirið, at skifta búmerki og litir? Hvussu er avmyndaði persónurin klæddur? Hvussu kennist hann? Hvat fáa vit fyri at velja hann? Hvat lovar hann okkum í teksti?

E Tjóðveldi

Greið frá búmerkinum ovast til vinstru. Hvørjir eru litirnir? Síggja vit nakað, sum vit kenna aftur? Ein bókstav kanska? Hvat skal alt hetta, sum er sett saman ímynda og siga okkum?

 

Hvat stendur á breddanum ovast mitt fyri? Hvussu skulu vit skilja henda tekst? Er hann skrivaður beint fram við bókstavum, ella er hann villingarsamur at lesa? Greið frá um tekstin og hvat tú heldur um hann. Hvat siga innsettu myndirnar niðanfyri? Hvat sæst á myndini til høgru? Hvar er henda mynd tikin? Hvat sæst aftamfyri fólkini? Greið frá hesi ímynd, sum sæst aftanfyri fólkini og um hon hveur týdning fyri flokkin. Tak støðu til um hesin flokkurin brúkar sosialar samskftismiðlar.

F Framsókn

Hvør er liturin hjá hesum flokki?

Vita um tú finnur bókstavin hjá flokkinum. Hvat merkir navnið á flokkinum? Bókstavurin hjá hesum flokki sæst um alt landið. Hvat sigur ein einsamallur bókstavur, um vit ikki vita nakað um hann? Hinvegin, um vit vita alt um bókstavin, og at hesin flokkurin, sum vit halda við, eigur hann, hvat sigur bókstavurin so? Hesin flokkurin hevur skiftandi myndir av øllum valevnunum. Vit hava valt formannin. Hvussu kennist hann at hyggja eftir? Hvussu er hann klæddur? Hvat fá eg afturfyri, um eg velji henda flokkin?

H Miðflokkurin

Hvat er búmerkið og samleikin hjá hesum flokki? Hvar síggja vit tað?

Hvat síggja vit á føstu myndini hjá flokkinum? Hugleið um myndina. Hvat sigur hon tær, um tú skalt á val at velja ein politikara. Hvat verður skrivað inni í myndini? Hvat er hjartað í føroyskum politikki? Er politikkur hjá hinum flokkunum hjartaleysur? Kanna eftir, um flokkurin brúkar sosialar miðlar? Hvat fáa vit aftur fyri, um vit velja henda flokkin?