Skip to main content

Fólkaræði og einaræði

Stutt um filmin "Learning to be free"

Filmurin er um munkin Owen, sum hevur bygt ein skúla í Myanmar, har fólkið nýliga hevur vent hernaðarvaldinum bakið og hevur fingið ræði á egnum landi.

At enda hevur fólkið í Myanmar fingið fólkaræði, men tá landið í samfull 40 ár hevur verið undir hernaðarvaldi, eru mong, sum ikki vita, hvat fólkaræði er og hvat tað inniber. 

Fá fólk hava ráð at senda børnini í skúla, og hóast tey sleppa í ein av fólkaskúlunum, er tað ikki vist, at tali- og skrivifrælsi og mannarættindi eru liður í skúlaskipanini.

Munkurin Owen hevur tískil valt at gera nakað við støðuna. Hann hevur bygt ein skúla. Sjálvur hevur hann ikki gingið í skúla, og í kleystrinum droymdi hann um at fáa eina útbúgving. Nú roynir hann at geva børnunum í heimbygdini møguleikan, hann sjálvur ikki slapp at fáa. Nevnliga møguleikan fyri at fáa eina útbúgving.

Hann lærir ikki bara børnini at lesa og skriva. Tey læra eisini at hugsa sjálvstøðugt og at seta kritiskar spurningar, so tey gerast betur før fyri at skilja fólkaræðið. Gamla stýrisskipanin liggur duld í hugaheiminum hjá fólki, so tað er ikki altíð lætt at reka ein skúla í einum gomlum einaveldisríki, men hann vil ikki geva skarvin yvir. Owen veit, at miðvíst og umfatandi arbeiði krevst fyri at fáa tey ungu í Myanmar at varðveita nýggju stýrisskipanina. 

Filmurin er 12 minuttir og hevur danskan undirtekst. 

 

Førleikamál:

Næmingurin kann skyna millum demokrati og aðrar stýriskipanir:

  • Næmingurin kann greiða frá, hvat eyðkennir eitt fólkaræði og hvat eyðkennir eitt einaræði
  • Næmingurin kann samskifta um munin millum fólkaræði og einaræði
  • Næmingurin kann greiða frá fyrimunum og vansum við ymiskum stýriskipanum

 

Tíðarætlan

Undirvísingaruppleggið fevnir um 2x2 tímar. 

 


 

Undirvísingargongd

Meginparturin av uppgávunum eru væl egnaðar til bólkaarbeiði.
Tvey ella trý kunnu arbeiða saman og flestallar uppgávurnar kunnu enda við kjaki og eftirmeting í flokkinum. Næmingarnir skulu hava farteldu ella teldil.
Sjónvørpa krevst at vísa filmin.

 

Uppgáva 1: Næmingarnir skulu kanna munin millum ymsar stýriskipanir

Ein stýriskipan er mátin eitt land verður stýrt. Í Føroyum hava vit heimastýri, í Danmark er stýrisskipanarligt kongsstýri, í Italia er tjóðveldi og í Norðurkorea er einaveldi.

Næmingarnir kunnu leita á netinum ella í bókum og svara spurningunum niðanfyri.

  1. a. Hvør munur er á: kongsveldi og einaveldi? (monarki og demokrati)
  2. b. Hvør munur er á: tjóðveldi og einaveldi? (republik og diktatur)
  3. c. Hvør munur er á: stjórnarloysi og einaveldi? (anarki og diktatur)
  4. d. Hvør munur er á: stórmannastýri og harðstýri? (aristokrati og tyranni)

Næmingarnir kunnu loysa uppgávuna hvør sær, í bólkum ella øll í felag á t.d. www.padlet.com, sum er ein uppslagstalva til tekst, myndir, filmar og ljóð.

 

Uppgáva 2: Hvat er eitt fólkaræði?

  • Hygg at filminum "Learning to be free"
  • Hygg umaftur at filminum og skriva, hvat Owen vil við skúlanum. Hvat heldur hann, børnini skulu læra fyri at gerast demokratisk menniskju? 
  • Hvat ger eitt land demokratiskt? Skriva hví og hvussu vit vita at okkara samfelag, Føroyar, er demokratiskt. 

Næmingarnir kunnu senda læraranum svarið, ella øll seta seg saman at skriva stikkorð á talvuna og tosa um, hvat eitt fólkaræði inniber og hvat tað krevur.

 

Tilfarið er frá EMU-Undervisningsportal