Skip to main content

Síða 24/37


Buhl brævið

Í Dimmalætting 27/10-1945 kom bræv frá danska forsætisráðharranum Vilhelm Buhl.

Í brævinum varð sagt, at ríkisstjórnin hevur góðkent, at ásetingarnar frá bráfeingis-stýrisskipanini fyri Føroyar (9/5-1940) verða verandi í gildi til nýggj skipan er fingin í lag.

Danska stjórnin vildi viðurkenna

1. At føroyska málið fær viðurkend rættindi undir liðini á donskum

2. At føroyska flaggið verður viðurkent í tann mun ríkiseind og viðurskifti við umheimin gera hetta møguligt.

3. At løgtingsins heimild og ávirkan verður víðkað í teimum førum, lóggávan snýr seg um føroysk viðurskifti.

4. At løgtingið í størri mun verður við í føroyskari fyrisiting. Harumframt verður játtan givin um at veita hjálp til tryggingar og útbyggingar av almannamálum í Føroyum og at styðja og fremja vinnulívið, og at fiskivinnuni verður tryggjað so góðar sølumøguleikar, sum til ber, og loyvi á øðrum leiðum.

Løgtingsvalið 6/11-45 broytti ikki støðuna millum flokkarnar á tingi. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu framvegis meirilutan. Sagt varð, at Buhl brævið órógvaði valið.