Samráðingarnar við danir
Fyrra samráðingarumfar
Føroyska tingingarnevndin legði fram yvirlit yvir tey mál, sum skuldu vera grundarlagið undir tingingunum: Lóggávuvald, játtanarvald, aðrar heimildir løgtingsins, málspurningurin, flaggspurningurin, útinnandi vald, dømandi vald, uttanríkisviðurskifti, almannamál, búskaparspurningar, ymsir fyrisitingarligir spurningar, uppbyggingin av føroyska samfelagnum, ríkisborgararætturin, stýrisskipanin og staðfestingarhátturin.
Fólkaflokkurin vildi hava ein sáttmála um tey málsøki, sum í framtíðini skuldu vera felagsmál. Haraftrat ynsktu teir eina nýskipan, sum minti um ta skipan, danir og íslendingar høvdu gjørt í 1918.
Javnaðarflokkurin vildi hava, at nýggja stýrisskipanin skuldi vera so rúmlig, at tjóðskaparliga stríðið, sum undir krígnum hevði verið so hart, kundi fjara burtur, tí ósemjan um stjórnarskipanina hevði darvað tingarbeiðinum.
Sambandsflokkurin var ikki sinnaður at fáa eina nýskipan, sum á nakran hátt loysti ríkisfelagsskapin. Teir sóu, at tað var ynskiligt, at føroyingar fingu størri ábyrgd, men lóggávuvaldið átti at verða verandi í Danmark, ”men hinvegin áttu kønir menn her heima at verða eftirspurdir”, skrivar Annfinnur í Skála í Stjórnarskipanarmálið 1946.

Seinna samráðingarumfar
Danski forsætisráðharrin, Knud Kristensen, setti á fyrsta fundinum í seinna samráðingarumfarinum upp teir fýra møguleikarnar, sum hann dugdi at síggja vóru møguligir:
1. Alt politiskt samband við Danmark var avkvett
2. Persónalunión (t.e. at londini vóru stýrd óheft hvørt av øðrum, men tó høvdu kong í felag).
3. Realunión (málsøkjasamband).
4. Ríkisfelagsskapurin heldur fram.
Hann legði tó dent á, at hetta var hansara persónliga meting.
25. mars 1946. Síðsti samráðingardagur
Danska stjórnarnevndin legði fram endaliga uppskot sítt, sum stutt segði, at miðjað verður ímóti, at ein samríkisskipan verður skipað. Í henni skulu Føroyar verða stýrdar við egnum stjórnarstovnum innan karmarnar Føroyar hava sum partur av rikinum; haraftrat verða sereyðkenni føroyinga viðurkend til fulnar.
Heimkomnir fóru føroysku politikararnir undir at fyrireika fólkaatkvøðuna, og tann 9. mai 1946, varð áseting løgtingsins um fólkaatkvøðuna samtykt.

