Skip to main content

Stina Karina - stuttfilmur (Andrias Høgenni 2015 10 min)

Forsprákarar og andstøðingar 

Í øllum søgum eru persónar, ið syrgja fyri, at søgan kann berast fram, og at vit nóg so skjótt kunnu vita, hvørjum vit skulu halda við. Filmaða søgan liggur á herðunum hjá leikarunum og øllum tí, sum leikararnir fáa til uppgávu at gera, ella júst ikki at gera. Vanligastu leiklutir eru forsprákarin, sum setur gongd á søguna, og andstøðingurin, sum forðar søgugongdini.

Forsprákarin er protagonisturin

Forsprákaran í einum leiki kallaðu grikkar protagonist. Hann er hin góða menniskjan, og er høvuðsleikarin, ið setur gongd á søguna. Tí er umráðandi, at áskoðarin kennur seg aftur í leiklutinum hjá forsprákaranum. Tá søgan byrjar, kann meir enn so henda, at forsprákarin er illa fyri, ja kanska um at doyggja. Men so setur forsprákarin sær fyri, at broyta ringu støðuna. Tað er hesin góði vilji, ið lyftir søguna upp úr teim trongastu korum og upp í ljósið til liðugt er.

Andstøðingurin er antagonisturin

Andstøðingin í einum leiki kallaðu grikkar antagonist. Tað er sjónligasti leikarin, sum í einum og øllum er upp í móti høvuðsleikaranum. Hann kann verða ein greiður fíggindi hjá forsprákaranum, ella kanska ein lúnskur bandittur, sum í roynd og veru er eitt bølmenni. Stríðið millum góða forsprákaran og ónda andstøðingin er drívmegin í filmaðu søguni. Andstøðingurin er tað øvuta av forsprákaranum, sum til dømis Batman og Jokarin. Í byrjanini kann andstøðingurin, Jokarin, vera betri fyri, tí hann er so ríkur, og er væl í øgn við politikarar og sterkastu fólk í landinum. Meðan vit hyggja, gerast vit forvitin at frætta, um ringa støðan, sum andstøðingurin hevur skapt, kann broytast til tað betra, so forsprákarin, Batman, vinnur og aftur sleppur at ráða fyri borgum.

Myndin er frá Batmanfilminum The Dark Knight (Christoper Nolan 2008)