Skip to main content

True Love - stuttfilmur (Heiðrik á Heygum 2013)

Frásagnarfrymil

us and them david sedaris online essay christian school business plan assignment of mortgage how to write a proper research paperEin ávís beinagrind er neyðug, at halda dramatisku søguni uppi, so vit kunnu gáa um staklutir og tíma at fylgja við í søguni frá byrjan, umvegis ein miðdepil og so heilt til endans.

Eina tílíka beinagrind kunnu vit seta inn í ein frymil, sum ikki bara er galdandi fyri film, men allar søgur, sum vit kunnu raka við á palli ella skíggja.

Sagt verður, at grikski heimspekingurin Aristoteles (384-322 f.Kr.) er upphavið til tankan um ein frásagnarfrymil í sjey stigum.

Í 1970’unum hevur svenski leiklistafrøðingurin, Ola Olsson (1943-2008), skapt nýggjan áhuga á okkara leiðum fyri frásagnarfrymilinum, sum flytir seg eftir eini tíðarrás í ávísum stigum, sum vísa spenningin í søguni. Frymilin verður eisini róptur Hollywoodfrymilin.

Her er endin í frásagnarfrymilin víðkaður, so vit fáa níggju stig við í frymilin.