VLS-handbók - page 10

10
NÁM 2017
At síggja til er “Met um tekstin” løtt at brúka hjá næmingum. Tú kanst stuðla næmingum, sum kenna seg
ótryggar, við at byrja við:
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
Met um tekstin
Hvat?
Hvussu?
Hví?
Staklutir í strategiini
At meta um tekstin er yvirlitslesing við tí endamáli at fáa eina
fatan av endamáli, bygnaði og torleikastigi.
Eg lesi yvirskriftir og undiryvirskriftir til tekstabrot, hyggi at mynd-
um og grafiskum skapum og faktaboksum. Geri eina roynd at
lesa eitt brot ella tvey.
Tá ið eg meti um tekstin, verði eg var/ur við, hvat rithøvundurin
ætlar við tekstinum. Eg fái varhuga av, hvussu teksturin viðger
evnið, og hvat hann fevnir um. Møguliga fái eg eisini varhuga av
eini lesileið. Hetta yvirlitið hjálpir mær at finna fram forkunnleika
og gera av endamálið við lesingini.
1. Eg leiti síðuna fram í bókini.
2. Eg lesi yvirskriftina: hvat sigur hon mær um evnið?
3. Eg lesi undiryvirskriftir: hvat siga tær mær um inni-
haldið í tekstabrotum?
4. Eg hyggi at myndum: hvat siga tær mær um inni-
haldið í teksti/tekstabrotum?
5. Eg lesi faktaboksir: hvat siga tær mær um evnið í
tekstinum?
6. Eg lesi onkur brot úr tekstinum: er hann lættur/
torførur at skilja?
7. Eg spyrji so meg: hvat veit eg nú um tekstin?
1. kassi. Strategiin: Met um tekstin. - Hvat, hvussu og hví.
at geva teimum avrit av tekstinum við eini lesileið gjøgnum upplýsingar í tekstinum. T.d. við pílum
ella tølum. Vís veikum næmingum, hvussu tú metir um tekstin. Síðan kunnu tit royna strategiina í
felag í einum nýggjum broti.
Tá næmingarnir eru kunnugir við endamál og mannagongd (hvussu og hví) í strategiini, so sum tú hevur
víst teimum, skulu teir sjálvir arbeiða við henni. Tað hjálpir næmingum, um tú:
1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...52
Powered by FlippingBook