VLS-handbók - page 8

8
NÁM 2017
Tá talan er um hvørja ávirkan ymiskar strategiir hava á tekstfatan hjá næmingum, vísa bæði yvirskipaðar
metagreiningar og stakar kanningar, at tað er gagnligt fyri næmingarnar at kenna og brúka ymiskar fat-
anarstrategiir. Í fyrsta lagi snýr hvør strategi seg um sín serliga lið ella liðir í tekstfatanini (t.d. forkunn-
leika, yvirlit og minni). Tískil má lesarin sjálvur velja strategi eftir, hvar viðkomandi er í lærutilgongdini,
og hvørjar avbjóðingar, teksturin gevur. Í øðrum lagi vísir gransking á, at tað er ymiskt, hvussu lesarum
dámar ymsar fatanarstrategiir og amboð.
Alt bendir á, at strategiir, sum fáa lesara at arbeiða við ella hugsa gjølla um innihald í teksti (‘djúpar
strategiir’), stimbra tekstfatan og minnið (Bråten & Anmarkrud, 2013; PISA, 2009). Men eingin gransk-
ing vísir á, at ávís strategi er nógv betri enn onnur, ella at fleiri strategiir saman eru best (NICHP, 2000).
Umráðandi er tí, at næmingar fáa innlit í fleiri ymsar fatanarstrategiir og skilja, hvussu tær gagna, so teir
velja ta strategi ella strategiir, sum egna seg best til endamál og tekstbygnað. Tú, sum lesivegleiðari, og
lærarin eiga tí at vita, hvussu krevjandi hvør fatanarstrategi er at brúka hjá næmingi, og hvussu strategiir
kunnu lagast til tørvin bæði hjá teimum sterku og veiku.
Í Lesivegleiðaraverkætlanini leiðmentu lesivegleiðarar starvsfeløgum í at brúka sjey ymsar fatanarstrate-
giir í fakligu undirvísingini. Her brúka vit tær sjey VLS-strategiirnar til at vísa, hvat ein lesivegleiðari
hevur tørv á at vita um fatanarstrategiir fyri síðan at kunna laga tær til faklærarar og næmingar.
Til Lesivegleiðaraverkætlanina í VLS-verkætlanini vórðu fýra ymsar strategiir ella amboð vald út við
endamálinum at stuðla næmingum í miðvísari lesitilgongd við fakligum tekstum (lærubókini í fakinum).
Tær sjey fatanarstrategiirnar vórðu valdar út frá hesum fortreytum:
Hvørjar og hvussu nógvar strategiir eiga næmingarnir at kenna?
Tú mást skilja ‘hvat’, ‘hvussu’ og ‘hví’ í fatanarstrategium
Tær sjey VLS-strategiirnar
hvør strategi/amboð hevur víst seg at hava positiva ávirkan á tekstfatan, minnið og/ella skrivlig avrik
hjá næmingum (NRP, 2000; Institute of Education Sciences, 2008); (Dansk Clearinghouse for Ud
dannelses forskning & Rambøll, 2014).
valdu strategiir/amboð stuðla upp undir týðandi lutir í tekstfatanini (Elbro, 2006).
valdu strategiir/amboð fevna um lesivirksemið undan, ímeðan og eftir, at lisið er.
valdu strategiir/amboð eru lutfalsliga væl kend úr lesnaði um fakliga lesing, og tí kenna lesiveg-
leiðarar tær óivað
2
.
2
Einasta undantak er strategiin at seta evnissetning á brot. Henda er upprunaliga ein skrivistrategi.
1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...52
Powered by FlippingBook