VLS-handbók - page 7

7
NÁM 2017
Sum lesivegleiðari ert tú sjálvsagdur sambindingarliður millum leiðslu og faklærarar. Tú kunnar leiðslu-
na um arbeiðið við fakligari lesing í læraratoymunum og slóðar fyri (lesi)fakligum orðaskifti um, hvørji
amboð, tilfar og tiltøk eru neyðug. T.d. at seta í verk felags lesitiltøk, tiltøk fyri lesiveik og at keypa eyka
fak- og lærubøkur.
Vil skúlaleiðslan leggja dent á at menna lesiførleikar hjá øllum næmingum, má hon eisini stuðla fak-
lærarum í menningini sum lærarar. Skúlastjórin hevur týðandi leiklutin at halda lærarum til: at eggja
teimum og fáa teir t.d. at samstarva við lesivegleiðaran um, hvussu næmingar arbeiða við faktekstum
(Knight, 2011; Toll, 2009). Leiðslan eigur at vera við at áseta mál og gera av, hvørji amboð ella eyka
tilfar læraratoymini fáa til fakliga lesing. Eisini eigur leiðslan at leggja tímatalvuna soleiðis til rættis, at
til ber hjá lesivegleiðara og faklærarum at samstarva (t.d. á fundum og við at eygleiða tímar). At menna
arbeiðshættir, sum stuðla næmingum at arbeiða tilvitað og miðvíst við fakligari lesing, eigur leiðslan at
leggja sjónligan dent á. Ein máti er at hava tað við á hvørjum lærarafundi. Annar máti er at upplýsa á
sjónligum støðum um góðar fakligar lesistrategiir ella góð ráð til næmingar við lesitrupulleikum.
Vit vita nú nógv meira um fatanarstrategiir1, sum menna tekstfatan. T.d. lýsir umfatandi metagreiningin
hjá National Reading Panel (NICHP, 2000) hetta. Nýggjar fakbøkur koma alla tíðina og vísa á hættir at
fremja fakliga menning. Nógvir av verandi hættum hava sama endamál og snúgva seg stutt sagt um somu
mannagongdir, tær eita bara okkurt annað. Tí mást tú til fulnar kenna, hvørjar mannagongdir talan er um
í einum hátti ella strategi, og hví júst henda gagnar tí at fáa sum mest burtur úr teksti.
1
Ein fatanarstrategi er tilvitað og miðvís gerð, sum lesari tekst við fyri at skilja torgreiddan tekst ella loysa torgreiddar trupul-
leikar.
Tá ið tú skalt velja hátt ella strategi, er umráðandi at hugsa um:
1. Hvør ella hvørjir liðir í tekstfatan verða mentir við háttinum ella strategiini?
2. Loysir tað seg at brúka hesa strategi? Ella hvussu stórur er vinningurin sambært
álítandi kanningum, har úrslit av ymsum hættum eru samanborin.
3. Hvussu krevjandi er hátturin/strategiin at læra hjá lærara og næmingum?
4. Hvussu tryggja vit okkum, at næmingar veruliga fara at brúka háttin/strategiina í vanligu lesingini?
5. Hvussu kann hátturin/strategiin lagast til allar næmingar, soleiðis at øll fáa nakað burturúr?
6. Hvussu fáa vit lýst skilliga fyri faklærara og næmingum, hvørjar tankagongdir næmingar eiga at
brúka, meðan teir arbeiða við einum hátti/strategi?
Lesivegleiðarin skal virka sum sambindingarliður millum leiðslu og faklærarar
Hvat eigur lesivegleiðari at vita um fatanarstrategi og lesididaktikk?
1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...52
Powered by FlippingBook