VLS-handbók - page 4

4
NÁM 2017
VLS-verkætlanin (VLS-projektet) er gjørd í samstarvi millum Danmarks Lærerforening og Undervis-
ningsministeriet. Verkætlanin, sum Hvidovre kommuna hevur lagt stað til, setir sjóneyku á bæði sam-
starvsmøguleikar í skúlahøpi og fakligu lesingina hjá næmingunum við støði í søgu. VLS-verkætlanin
fevnir um tveir partar: Lesivegleiðaraverkætlanina (frá heysti 2013) og Søguverkætlanina (várið 2014).
Vit takka øllum lesivegleiðarum, søgulærarum og skúlaleiðarum, sum hava lagt alla orku í at royna
okkara samstarvshátt og hava verið við at menna tey amboð, sum verkætlanini tørvar. Ein serlig tøkk til
Karen Kjær, lesiráðgeva, sum í stórum og smáum hevur stuðlað okkum á leiðini. At enda og ikki minst
takka vit øllum næmingum, sum hava verið so beinasamir at taka lut í royndarundirvísingini.
Í hesi handbók vísa vit á hættir og amboð at leiðmenna starvsfelagar. Hetta er ment og roynt í Lesiveg-
leiðaraverkætlanini. Í hesi verkætlan royndu vit ein samstarvshátt millum lesivegleiðara og faklærara um
innihald og hættir at undirvísa næmingum í fakligari lesing. Hesin samstarvsháttur verður róptur col-
league coaching á enskum.
Hugtakið lesileiðmennari er komið úr USA, har førleikamenning millum starvsfelagar hevur verið
frammi í mong ár, serliga við atliti at styrkja lesiførleikar hjá børnum og ungum. Fleiri statir hava í eitt
áramál roynt eitt snið at menna undirvísingina hjá lærarum, har ein lesileiðmennari er settur á skúlum
at leiða lesifakligar menningartilgongdir hjá starvsfeløgum. Tað – og líknandi átøk – hevði sjálvandi
við sær, at talið av útbúgvingum sum lesileiðmennari øktust nógv, samstundis sum útbúgvingarnar vóru
misjavnar í innihaldi, vavi, bygnaði og dygd. The International Reading Association (IRA) hevur tí orðað
nøkur aðalkrøv til útbúgvingina, ið kunnu takast niður frá heimasíðuni:
Umfatandi krøv verða sett lesileiðmennarum í hesum skjali. Ein lesileiðmennari skal m.a. vera royndur
undirvísari, hava holla vitan í lesing og lesiundirvísing, kunna geva starvsfeløgum íblástur at royna
nýggjar hættir og amboð í fakligu undirvísingini og stuðla teimum í metingini av hesum við støði í
næmingaavrikum.
Í Danmark eru longu lesivegleiðarar, sum eru útbúnir at taka sær av parti av uppgávunum, ið útbúgv-
ingin av lesileiðmennarum fevnir um, og megna tað væl. Áðrenn nýggja lestrarskipanin kom í 2011,
fingu danskir lesivegleiðarar hvørki serliga útbúgving í at stuðla næmingum við serligum avbjóðingum
ella í námsfrøði fyri vaksin (at leiðmenna starvsfelagar og vegleiða). Hesi øki eiga at verða ment í út-
búgvingini av lesivegleiðarum, skulu vegleiðararnir verða grundstuðlar hjá faklærarum í hesi menning í
fólkaskúlanum.
Formæli
Hvat er at leiðmenna starvsfelagar?
1,2,3 5,6,7,8,9,10,11,12,13,14,...52
Powered by FlippingBook