Skip to main content

IntoWords kann gerast ein koddi

06.10.2023

Flestu næmingar hava atgongd til forritið, eisini tey, sum ikki eru lesi- og skriviveik.

Skrivað hevur Asta Wolles, námsráðgevi.

Í mong ár hava lesi- og skriviveik brúkt forritið CD-orð. Forritið er eitt hjálparamboð til lesing og skriving. Forritið fæst enn, men verður ikki ment longur. Nú er forritið IntoWords komið í staðin. Fyrimunurin við IntoWords er, at forritið kann brúkast á flest øllum teldum, teldlum og telefonum. Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, kann nýtast sum eitt ískoytisforrit á kagum og finst eisini sum ein app til telefonir.

Nám umsitur føroysku útgávuna av forritinum. Flestu skúlar hava hald til IntoWords, og tí kunnu næstan allir næmingar fáa atgongd til forritið.

Hvat kann forritið? IntoWords kann lesa orð og heilar setningar upp og koma við uppskotum um orð út frá kontekstinum. Eisini hevur forritið talu til tekst, kann lesa skrivaðan tekst upp, goyma tekst sum ljóðfílur og veita hjálp til skriving og stavseting. Tala til tekst er enn ikki tøkt á føroyskum, men á øðrum málum.

IntoWords er heilt vist ein ómetaliga stór hjálp hjá teimum, sum eru sera lesiveik ella orðblind. Tað gevur teimum møguleika at útbúgva seg og lesa og skriva á jøvnum føti við øll onnur.

Fyrimunir og vansar við IntoWords

Kann nakar vansi vera við at brúka IntoWords? Er tað ikki ein eyðsýndur fyrimunur at kunna velja, um tú tímir at lesa ein tekst ella lurta eftir honum? Í høvuðsheitum, jú. Tú kanst renna tær ein túr, dustsúgva ella liggja á sofuni, meðan lntoWords lesur fyri tær.

Vandi er í hvørjari vælferð, sigur orðatakið. Lesivanakanningar vísa, at børn (og helst eisini vaksin) lesa minni og minni. Tá mennist lesiførleikin ikki, sum hann eigur, og tí kann henda, at lesifatanin ikki verður nóg góð. Tað verða ov nógv orð, sum ein ikki kennir, og tí verður teksturin kanska ov trupul at skilja. Eisini kann henda, at lesiferðin ikki verður nóg høg, og tað kann hava við sær, at ein ikki megnar at lesa tað, sum er neyðugt í t.d. skúlanum.

IntoWords er eitt hjálparamboð, sum er ætlað nøkrum ávísum. Tað er ikki ætlanin, at tað skal koma í staðin fyri lesi- og skrivivenjingina hjá teimum, sum ikki hava fysiskar avbjóðingar við lesing. Tá kann IntoWords gerast ein koddi, sum ger meiri skaða enn gagn.

Meira kunning um IntoWords sæst á snar.fo/intoWords.

Ólavur Frederiksen FaroePhoto

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi