Skip to main content

Landsroynd og hugtakskarmur

15.03.2023

Landsroyndin: Hvørt ár fara næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd í rokning, føroyskum og náttúru og tøkni. Í 2023 verða royndirnar 18.-20. apríl.

Landsroyndirnar eru ásettar við lóg, og endamálið er at geva avvarðandi pørtum innlit í úrtøkuna hjá næmingunum. Við støði í úrslitinum hjá einstaka flokkinum/næminginum leggja skúlaleiðsla og lærarin í lærugreinini ætlan um, hvussu farast skal fram. Landsroyndin er ein støðulýsing og kann nýtast sum partur av eftirmetingini av undirvísingini og úrtøkuni hjá næmingunum, men samstundis er hon eisini framlítandi, við tað at leiðsla og lærarar síggja, hvar batar kunnu gerast. Landsroyndin gevur eisini myndugleikum innlit í eftirmetingina, bæði fyri hvønn skúla sær og fyri alt landið.

Uppgávurnar

Uppgávurnar verða gjørdar av uppgávunevndum, sum eru mannaðar við royndum faklærarum í ávísu lærugreinini í føroyska fólkaskúlanum, og taka støði í námsætlanunum fyri lærugreinina. Uppgávurnar verða gjørdar í eftirmetingarforritinum WiseFlow.

Lesføri og talgildisbúgving

Talgilda samfelagið setir alsamt størri og øðrvísi krøv um lesføri. Í øllum floyminum av kunning er alneyðugt hjá næmingum at læra at leita fram viðkomandi upplýsingar, at skyna á viðkomandi og óviðkomandi kunning, at finna yvirskipaðu meiningina í einum teksti ella tekstbroti, at viðgera samsvar ella ósamsvar millum tekstir, at meta um keldur og falstíðindi o.s.fr.

At duga at lesa inniber, sum næmingurin eldist og búnast, førleikar at virka í og fyrihalda seg til ørgrynnið av tekstum, myndum, ljóði og grafikki av alskins slagi.

Hugtakskarmur

PISA hevur ment ein hugtakskarm, sum miðar eftir at vísa, hvat tað er, sum verður kannað, og hvat ávísu uppgávurnar krevja av næmingunum. Skulu tey skjótlesa og finna upplýsingar, sum standa beinleiðis í tekstinum, skulu tey skilja meiningina við einum teksti, ella skulu tey grunda um góðsku og trúvirði av innihaldi í einari ella fleiri keldum.

Hetta setir ymisk krøv til lesføri, og hvørjir snildir eru hóskandi til ávísu uppgávuna.

Við støði í hugtakskarminum hjá PISA avgjørdi Próvstovan, sum varðar av landsroyndunum, at bæði landsroyndirnar og fráfaringarroyndirnar skulu skipast eftir hesum leisti. Hetta er gjørt so líðandi frá 2020. Hugtakskarmurin vísir á ein stigvøkstur í krøvum til, hvussu næmingurin loysir uppgávuna. Karmurin býtir førleikarnar í trý fra tí minst til tað mest krevjandi. Innan fyri hvønn partin ber eisini til at hava stigvøkstur í uppgávunum. Við at hugsa uppgávurnar sambært hugtakskarminum og stigvøkstri ber til at meta um, um uppgávurnar spenna um allan hugtakskarmin, tó við flest uppgávum til “miðjuna”.  Hetta er galdandi fyri allar tríggjar lærugreinarnar, sum landsroyndin umfatar.

Leinki til landsroyndarfrágreiðingina

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi