Skip to main content
Ítriv, uppgávur og spøl
Jóla Uppskriftir

Falskur Kavi

Ger kava við blæum!

Um tú vilt hava hvít jól, hóast eingin kavi er uttanfyri, so kanst tú gera tín egna kava úr blæum! Hetta ber til, tí ''vattið'' í blæunum hevur krystall í sær, ið kunnu súgva eina rúgvu av vatni. Tá ið hetta hendir, líkist tað kava.

Tú skalt brúka:

  • Saks
  • 2-3 reinar eingangsblæur
  • Eina spann ella balju
  • Vatn

Soleiðis gert tú:

  1. Klipp blæurnar varisliga upp. Tú skalt brúka ''vattið'', sum er inni í blæunum.
  2. Legg ''vattið'' í baljuna.
  3. Stoyt vatn í, so við og við. Halt áa fram, til kavin er lættur og mjúkur.
  4. Tín falski kavi er ikki eitrandi, men hann skal ikki etast.

At gera heimagjørdan kava er lætt og stuttligt!

Falskur Kavi

Ger kava við natron

Jóla-slushísur

Ger ein heimagjørdan slushís fyltan við jólahýri – skjótt og lætt.

Tá ið tú blandar salt og ísklumpar saman, lækkar hitin á ísinum. Hesa vitanina kunnu vit brúka til at gera heimagjørdan slushís.

Tú skalt brúka:

  • 3 posar við ísklumpum
  • 2 dl av fínum salti
  • Vatn
  • Reyða saft
  • Brúnkøkukrydd
  • Frystiposar í tveimum ymiskum støddum
  • Handskar
  • Súgvirør

Soleiðis gert tú:

  1. Hell saftina í tann minsta av posunum. Dryssa møguliga eitt lítið sindur av brúnkøkukryddi í.
  2. Bind knút á posan og rist blandingina væl.
  3. Fyll tann stóra posan 2/3 við ísklumpum. Hell eitt sindur av vatni í.
  4. Legg tann lítla posan niður í tann stóra posan. Royn at seta hann í miðjuna av ísklumpunum.
  5. Hell salt í posan og bind knút á.
  6. Nú skulu handskarnir á. Tú skalt lata teir vera á restina av royndini, tí ísurin kann gerast sera kaldur.
  7. Rist posarnar í umleið fýra minuttir.
  8. Legg posarnar í vaskið. Loys knútin og tak varisliga tann lítla posan upp.
  9. Nú kanst tú taka handskarnar av.
  10. Loys eisini knútin á tí minna posanum. Saftin er nú vorðin til slushís.
  11. Hell hetta í eitt glas ella kopp. Drekk við súgvirørinum.

Ger eina heilt serliga jólauppskrift av slushísi!

Jóla Slushice
Minnisspæl

Minnisspæl

Korss og bolla

Korss og bolla

Jólahugskot frá Youtube
Jólahugskot frá Youtube
×

Eingil úr vomb og ull

Vombin er rullað og strokin, so hon er blivin gjøgnumskygd og tunn sum pappír, meðan mynstrið enn sæst eftir. Ullin er greidd, so hon riggar sum einglakroppur. Høvdið er ein flatur og rundur glasringur við holi í.

Centered Buttons Jólatekningar at lita Jólaspæl Krabbagogga Terningur at klippa og boyggja
Jólasíður Popup Menu
+