Skúgvur
Skúgvur (lat. Stercorarius skua (Brünn);da. Storkjove) — skúvur — er nakað sum mási til støddar, brúnur sum hini kjógvasløgini, ikki búkhvítur og hevur onga snældu. Sum kjógvin er eftir ritu, er skúgvurin eftir likku, eltir hana, snittandi og snarandi, inntil hon má spýggja. Men kemur tá ein flokkur av ritum og ternum eftir honum, so má hann skunda sær at flýggja. Og ikki er hann snúiligari enn so, at kjógvin tuskar hann av. Úr sjónum fær hann sær seið og sild. Fyri bjargafuglin er hann skaðiligur, helst fyri lundan, tekur bæði egg og fugl. Lítið er til av honum. Tað, sum er í Europa, hevur tikið sær búgv í somu londum sum Norðmenn í forðum, í Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Hebridum, Íslandi og ikki sørt í Grønlandi.
Áður átti hann nógvur í Føroyum. Søgn er, at í støðum var hann so tættur, at fjallmenn stundum, tá ið um ráddi, nýttu eggini til at blaka fyri seyð. — Í summum bygdum beinskerdu teir ungarnar og tóku teir so — mangar túsund í tali — tá ið teir vóru fullvaksnir og feitir. Men fyri skaðan, hann gjørdi í bjørgunum, varð roynt at avoyða hann, og tað eydnaðist teimum so, at um ár 1900 vistu teir bara 4 pør vera eftir — í Skúvoy, Stóru Dímun, Svínoy og Saksun. Tá friðlýstu teir hann, og nú er hann væl afturnørdur. Mestur er hann í Saksun; har eiga um 100 pør, og ikki er nevnt um nakað spell av teimum. Tað sigst eisini, at í teimum høgum, sum hann áður átti mestur, skóru teir meiri seyð tá, enn teir skera nú. Har, sum fuglur, ið føðir seg av sjónum, eigur nógvur, verður altíð nógv gras.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Fitjufuglar
Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.
Kjógvasløgini
Kjógvasløgini líkjast másasløgunum í vakstrarlagi, men hava stóran spískan krók á nevinum og sterkar, hvassar og krókutar kløur, — tað vísir, at rovfuglakyni er í teimum. Veingirnir eru einskila stórir, og teir flúgva so skjótt, at fáir fuglar kunna sleppa undan teimum. Aftur úr velinum hava teir, uttan skúgvur, tvær langar fjaðrar, snældan nevndar. — Másasløgini og kjógvasløgini verða ofta sett saman í ein bólk, sum er kallaður teir vongstóru ella stórveingir.