16
Frágreiðing:
Sagnorð siga sum oftast frá eini hending ella eini rørslu.
Seta vit
at
framman fyri sagnorðið, endar tað við
-a
og stendur í
navnhátti.
Sagnorð verða bend í tíðum:
nútíð
fer fram í løtuni,
tátíð
er farin fram.
Í øllum fullfíggjaðum setningum er í minsta lagi eitt sagnorð!
Finn 10
sagnorð
í søguni!
Eftir skúlatíð standa Høgni og Hanus yviri við súkklurnar. Teir hyggja at
Marjuni. Teir halda hana vera sera fitta. Tað veit hon væl, men hon letst ikki
um vón. Hon fer bara spakuliga súkklandi úr skúlagarðinum. Nú fær Høgni
eitt hugskot. Teir báðir skulu kappast um, hvør súkklar skjótari. Aftan fyri seg
hoyrir Marjun teir báðar koma. Teir strúka fram við henni við fullari ferð. Gera
nøkur gallróp. Hon heldur teir vera raskar, men eisini heldur barnsligar. Nú er
okkurt longri frammi á vegnum.
Marjun hoyrir dreingirnar rópa. Hvat man hava verið? Bremsurnar á
súkklunum hvína, tað hoyrist eitt øgiligt skrambul, tá ið súkklurnar renna
saman, og har liggja Høgni og Hanus báðir á vegnum. Høgni hevur fingið ilt í
armin og Hanus í beinið. Marjun skundar sær yvir til teir báðar og spyr, hvat
er hent.
Teir siga, at ein hundur kom rennandi, og teir royndu ikki at renna á hann.
Tí rendu teir saman. Hundurin stendur tætt hjá teimum og hyggur. Hann sær
bangin út. Nú sær Marjun, at tað er hundur sín, Snar. Hon rópar á hann.
Hon er so glað, at hundurin ikki er skaddur, at hon mussar og klemmar
hann. Marjun er takksom fyri, at teir ikki rendu á Snar, og dreingirnir kenna
seg ógvuliga raskar
Skriva
sagnorðini
her:
_________________ _ ________________ _ ________________ __________________
_________________ _ ________________ _ ________________ __________________
_________________ _ ________________