Eg skrivi 5 - page 19

19
Skriva í talvuna. Hugsa um, hvørja ending sagnorðini hava í nútíð!
navnháttur
nútíð
tátíð
at detta
hon
hon
fletta
flenna
gráta
vísa
halda
Aftursøgn
Eftir skúlatíð standa Høgni og Hanus yviri við súkklurnar. Teir hyggja at Marjuni. Teir
halda hana vera sera fitta. Tað veit hon væl, men hon letst ikki um vón. Hon fer bara
spakuliga súkklandi úr skúlagarðinum. Nú fær Høgni eitt hugskot. Teir báðir skulu kappast
um, hvør súkklar skjótari. Aftan fyri seg hoyrir Marjun teir báðar koma. Teir strúka fram
við henni við fullari ferð. Gera nøkur gallróp. Hon heldur teir vera raskar, men eisini
heldur barnsligar. Nú er okkurt longri frammi á vegnum.
Marjun hoyrir dreingirnar rópa. Hvat man hava verið? Bremsurnar á súkklunum hvína,
tað hoyrist eitt øgiligt skrambul, tá ið súkklurnar renna saman, og har liggja Høgni og
Hanus báðir á vegnum. Høgni hevur fingið ilt í armin og Hanus í beinið. Marjun skundar
sær yvir til teir báðar og spyr, hvat er hent.
Teir siga, at ein hundur kom rennandi, og teir royndu ikki at renna á hann. Tí rendu
teir saman. Hundurin stendur tætt hjá teimum og hyggur. Hann sær bangin út. Nú sær
Marjun, at tað er hundur sín, Snar. Hon rópar á hann.
Hon er so glað, at hundurin ikki er skaddur, at hon mussar og klemmar hann.
I...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...74
Powered by FlippingBook