21
        
        
          
            Orð og mynd
          
        
        
          
            Frágreiðing:
          
        
        
          Í teknisøgum verður prátið skrivað í bløðrum, og tú sært, hvør ið tað er, sum prátar.
        
        
          
            Frágreiðing:
          
        
        
          Persónarnir omanfyri práta saman. Vit nevna tað
        
        
          
            beinleiðis talu
          
        
        
          – tað er, tá ið onkur sigur
        
        
          okkurt við onkran annan.
        
        
          Í vanligum teksti brúka vit ikki bløðrurnar sum í teknisøgum, men vit hava eisini beinleiðis
        
        
          talu í vanligum teksti. Tá brúka vit ofta teknini
        
        
          
            kolon
          
        
        
          : og
        
        
          
            „gásareygu”
          
        
        
          .
        
        
          Kolon verður skrivað framman fyri tað, sum sagt verður, og gásareygu verða sett uttan
        
        
          um tað, sum sagt verður!
        
        
          Dømi:
        
        
          Omma segði: „Skunda tær aftur.”
        
        
          Abbi rópti: „Rætt mær pípuna.”
        
        
          Gentan segði: „Kemur tú við mær?”
        
        
          Hesir setningarnir kunnu eisini skrivast sum
        
        
          
            óbeinleiðis tala
          
        
        
          . Tá nýta vit ikki kolon og
        
        
          gásareygu.
        
        
          Dømi:
        
        
          Omma segði, at eg skuldi skunda mær aftur.
        
        
          Abbi rópti, at eg skuldi rætta honum pípuna.
        
        
          Gentan spurdi, um eg kom við henni.
        
        
          Hey, hvagar
        
        
          fert tú?
        
        
          Eg ætlaði mær
        
        
          túr við
        
        
          hundinum