Eg skrivi 5 - page 25

25
Skriva spurningar til hesi svarini. Minst til spurnartekin!
svar
12 ár
í 6. flokki
klokkan átta
spæli flogbólt
lurti eftir tónleiki
seyðarhøvd og epli
Fyrisøgn
Høgni gongur fyri seg sjálvan í skúlagarðinum. Hann veit ikki, hvussu
1
hann skal bera seg at, so hann sleppur at spæla við hini børnini aftur. Í
2
morgun hevði lærarin sagt: „Pengar eru tiknir úr lummanum hjá Rana
3
fyrsta tíma í morgun, og vit mugu fáa at vita, hvør tykkara var úti
4
fyrsta tíma.”
5
Høgni hevði verið úti á vesinum fyrsta tíma í morgun, men hann hevði
6
ikki tikið pengarnar. Men hvussu skuldi hann prógva tað? Øll hini í
7
flokkinum høvdu hugt so undarliga at honum, og nú gongur hann her
8
púra einsamallur.
9
„Tjóvur, tjóvur,” hoyrir hann brádliga eitt rópa eftir sær. Tað er Óli,
10
sum hann gongur í flokki saman við. Høgni mennir seg upp og rópar
11
aftur: „Tað var ikki eg, og eg ætli mær at prógva, at eg eri ósekur.”
12
„Hvussu kanst tú tað?” rópar hin aftur. Høgni svarar ikki.
13
Í somu løtu sær hann Rana koma yvir ímóti sær. Rani sær heldur
14
hámur út, tá ið hann sigur: „ Høgni, eg biði um umbering. Mamma
15
var her við pengunum í áðni. Eg hevði lagt teir eftir á borðinum í
16
morgun.”
17
Í fyrisøgnini eru tveir setningar, sum eru spurningar. Skriva teir her:
_____________________________________________________________________________
_____________________________________________________________________________
I...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...74
Powered by FlippingBook