Rokning 1c - Lærarabók - page 150

ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki:
• At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi
• At laga læringina til hvønn einstakan næming
• Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Tillagað læring
Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til
næmingar á ólíkum fakligum stigum.Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin.Til
hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari,
og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí.
Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og
hugdýping í huga.
Fakligur greidleiki og umhugsni
ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi.Tey eru at finna
í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey
mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í
grundbók­unum.Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað,
útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næm­ing­unum:
• Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?
• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum
uppgávunum?
Bygnaðurin í Rokning
Høvuðspartarnir í ROKNING 2 eru:
• Grundbók a og b
• Lærarabók a og b
• Avritsmappa
• Hálvársroynd og heilársroynd
• Heimasíða:
Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokn
l
ng
1
, b, c og d
, b, c og d
Uppgávubók a–b, c–d
Avritsmappa
álvár roy
• Heimasíða:
I...,132-133,134-135,136-137,138-139,140-141,142-143,144-145,146-147,148,149 150
Powered by FlippingBook