Fatanarstrategi: Spurningar til tekstin
Hvat?
Hví?
Hvussu?
Við støði í tí eg veit um tekstin og evnið, seti eg viðkomandi spurningar, sum
eg vil vita svarið til.
Endamálið við at lesa tekstin er at fáa mínar spurningar svaraðar.
Henda strategi hjálpir mær at hugsa um tekstin. Tá ið eg seti spurningar:
Verkætlan VIS, Hvidovre 2013
Louise Rønberg & Elisabeth Arnbak
1. Fyrst má eg gera mær eina meting um tekstin, soleiðis at tað
verður greitt fyri mær, hvat høvundurin ætlar við honum.
2. Umráðandi er eisini, at eg geri mær greitt, hvat eg longu veit um
evnið og hvat mær tørvar at vita.
3. Við støði í mínum tonkum um punkt 1 og 2 orði eg nakrar spurningar:
eg kann t.d. umorða yvirskriftir til spurningar
eg kann t.d. seta spurningar við støði í myndum
eg kann t.d. seta spurningar við støði í evnissetningum
4. Síðan fari eg undir at lesa tekstin. Meðan eg lesi, steðgi eg á og
spyrji meg sjálva/n, um eg finni svar til mínar spurningar.
er lættari at halda fast í tekstinum og hugsa um, hvat stendur í honum
fái eg lættari eyga á trupulleikar og høpi, sum eg havi trupult við at skilja
verður greitt fyri mær, hvat eg skal fáa burturúr, og um tað eydnast
1. Hvat er avlát?
2. Hvat helt Luther um avlát?
3. Verður avlát brúkt í dag?