Fatanarstrategi: Gita eitt orð
Hvat?
Hví?
Hvussu?
“Gita eitt orð” er ein háttur at eftirkanna, hvat eg veit um týðandi yrkisorðorð,
áðrenn eg komi fram á tey í tekstinum.
Umráðandi er at gera mær greitt, hvat eg veit um evnið frammanundan. Tað ger
tað lættari at skilja og minnast nýggjar tekstir. “Gita eitt orð” hjálpir mær at gáa
eftir, hvat eg veit um týðandi fakorð um evnið, áðrenn eg lesi. Tá ið lærarin hevur
valt nøkur orð til “Gita eitt orð”, skiji eg tekstin betur, tí:
Verkætlan VIS, Hvidovre 2013
Louise Rønberg & Elisabeth Arnbak
eg skal greiða frá týðandi fakorðum og teirra týdningi
eg skal samanbera mína egnu orðafrágreiðing við tað,
sum stendur í tekstinum
eg skal leita eftir upplýsingum í tekstinum, sum hjálpa
mær at skilja orð, sum eg ikki kendi frammanundan
Fyrst greiði eg frá orðunum í “Gita eitt
orð” talvuni. Kenni eg ikki orðið, seti eg
eitt spurnartekn.
Síðan lesi eg tekstin og havi talvuna hjá.
Tá ið eg komi fram á eitt orð í talvuni,
kanni eg, um mín frágreiðing svarar til
týdningin í tekstinum.
Um orðið hevur ein annan týdning í teksti-
num, skrivi eg tað í triðja teigin í talvuni.
Somuleiðis skrivi eg eisini nýggjar upp-
lýsingar um týdningin ella góð dømi her.
1.
2.
3.
Gita eitt orð
Les orðið og skriva, hvat tú heldur tað merkir. Les tekstin
og kanna, um tína frágreiðing er røtt. Skriva frágreiðingini úr
tekstinum, um tú ikki kendi orðið. Tú kanst eisini víðka tína
frágreiðing við staklutum úr tekstinum.
Orðið
Mítt uppskot
um, hvat orðið
merkir
Orðafrágreiðing
úr tekstinum
gongustjørna
ringrás
sólskipan
smástjørnubelti
Stjørna sum
gongur runt
um sólina
Stjørnumynd,
sum líkist
einum belti
Til samans eru
sólin, jørðin og
hinar gongu-
stjørnurnar ein
sólskipan.
... alt frá eyri
og steinum til
kilometur stórar
klettar, sum eru
leivdir frá tíðini,
tá sólskipanin
varð til.