góða
klóra
eld
glað
So sær hon ein dreka
beint uttan fyri slottið.
Drekin vil inn til prinsessuna,
men hon torir ikki at lova honum inn.
– Góða, lova mær inn, sigur drekin.
– So kunnu vit spæla.
– Nei, eg tori ikki at lova tær inn,
sigur prinsessan. – Tú bítur.
– Nei, eg bíti teg ikki, sigur drekin.
– Góða, lova mær inn.
– Nei, eg tori ikki, sigur prinsessan.
– Tú klórar.
– Nei, eg klóri teg ikki, lovar drekin.
– Nei, eg tori ikki at lova tær inn, sigur
prinsessan. – Tú spýtir eld.
– Nei, eg ansi eftir, so tú ikki brennir
teg, sigur drekin. – Góða, lova mær inn.
– Kom so, sigur prinsessan.
– Men so skalt tú ikki bíta
ella klóra ella spýta eld.
Tað lovar drekin, og so fer hann
fúkandi inn á slottið, og tey spæla so
væl.
Prinsessan er so glað,
tí hon hevur funnið ein vin.
1
5
10
15
20
25
Hervør og Høgni
147