mettur
settur
snorkaði
veiði-maður
hevði
búkin
Úlvurin doyr
Nú var úlvurin mettur og væl settur.
So fór hann at sova.
Hann snorkaði so hart,
at húsini ristust.
Tá kom ein veiði-maður.
Hann helt, at tað var omman,
sum snorkaði.
– Eg má vita, hví omman snorkar so hart,
segði veiðimaðurin og fór inn í húsini.
Tá sá hann,
at úlvurin lá undir dýnuni
og snorkaði.
Hann sá eisini,
at úlvurin hevði risa-stóran búk.
So tók veiðimaðurin ein knív
og stakk hol á búkin á úlvinum,
og út kom Kýsareyða og so omman.
Kýsareyða var so glað,
at veiðimaðurin fann tær.
So fóru øll trý at fáa sær
bollar og saft.
1
5
10
15
20
Hervør og Høgni
151